Dagurin í dag eitur Emerentius

Navnið er komið skeivt fyri; tað skal vera Emerentiana, deyð umleið ár 300 (í gomlum álmanakkum Emerent).

Hon var vinkona við Agnas (sum varð tikin av døgum umleið ár 300) og var steinað til deyða, tá ið hon fylgdi vinkonuni og harðliga hevði at teimum, sum píndu og drupu hana.