Í dag er mikudagur 28. desember.
Í dag er Barnadagur. Hildin til minnis um tey sakleysu børnini, sum Heródes læt myrða (Matt. 2; 16-18).
Dagurin verður eisini róptur burnamanshalgi, men vit vita einki um nakað halgimenni við tí navninum. Tað kann verða, at óvættið í donsku vísuni, Burmand holder i fjældet ud (føroyingar kvóðu Burnamann) hevur verið sett í samband við barnamorðaran Heródes. Heitið -halgi hevur ongan kirkjuligan ella bíbilskan týdning, men er bara sett á dagin, av tí, at hann hevði hesa serstøðu í álmanakkanum; á sama hátt sum t.d. leypársmessa ella veðurlambsmessa.
Í Karls krýniku, sum føroyingar hava lisið, verður kongurin, sum Olgar danski vann sigur á, róptur Burnamand.
Gamalt var, at stjørnhalgi varð hildin til tjúgunda dag, 13. januar.
Kelda: Dagar og nøvn í álamanakkanum (Axel Tórgarð).
Hendingar:
1972: Forsetaembætið verður endurstovnað í Norður Korea. Kim Il Song gerst forseti. Hann sat sum forseti inntil sín doyggjandi dag í 1994. Embætið bleiv ikki givið endursett, men Kim Il Song er hinvegin kosin ævigur forseti í Norður Korea.
1990: Danska kommunistablaðið Land og Folk, kemur út fyri seinastu ferð. Blaðið hevði verið givið út síðan 1921.
2013: Ein ferðsluvanlukka í Oyndarfirði hevur við sær, at tveir ungir mans lata lív. Ein 22 ára gamal maður var funnin sama dag, meðan ein 20 ára gamal maður var funnin eina viku seinni. Fleiri fólk og bátar, umframt vaktar- og bjargingartænastan, tóku lut í leitingini.
Føðingardagar:
- Woodrow Wilson (1856-1924). 28. forseti í USA frá 1913-1921. Hann umboðaði demokratiska flokkin. Sat sum forseti undir fyrra heimsbardaga. Hann royndi sum frægast at halda USA uttanfyri kríggi, men var til seinast drigin inn í tað í 1917, eftir at Týskland fleiri ferðir avvísti umbønir um frið.
- Hans Pauli Strøm (1947) Fyrrverandi løtings- og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin.
- Denzel Washington (1954). Amerikanskur sjónleikari. Hevur millum annað vunnið tvær Oscar heiðurslønir. Eina fyri best hjáleikara í 1989 fyri filmin Glory og eina fyri besta sjónleikara í 2001 fyri filmin Training Day.