Dagurin í dag: 19 menn fóru

- 23. desember í 1913 sjólótust 19 mans úr Norðuroyggjum við trimum bátum

Í dag er fríggjadagur 23. desember.

 

Dagurin eitur Tollaksmessa,Dagurin hevur navn eftir íslendska prestinum Tollaki, sum gjørdist biskupur í Skálholti. Hann stóð í hørðum stríði við mætar høvdingar í Íslandi, men eftir deyða hansara í 1193 var tað skjótt, at hann var mettur halgimenni. Varð nógv virdur um øll Norðurlond tað mesta av miðøldini, men tað er serstakliga í Íslandi og í Føroyum, at tollaksmessa hevur verið hildin. Halgilutir eftir hann eru í múrinum í Kirkjubø. Ikki fyrr enn 14. januar í 1985 lýsti Jóannes Páll II at verndarhalgimenni Íslands var Tollakur (Sankta Torlacius).
Dagurin verður nú á døgum mest róptur lítli jólaaftan. Ein søgnin sigur, at í katólskari tíð var bønhús í Gásadali, sum hevði mynd av Tollaki, og hagar komu fólk úr øllum landinum at biðja til hansara. Tollaksmessudagur var annars í Føroyum fastur dagur at stoyta kertu.

 

Kelda: Dagar og nøvn í álamanakkanum (Axel Tórgarð).

 

Hendingar henda dagin:

 

1913: 23. desember í 1913 sjólótust 19 mans úr Norðuroyggjum við trimum bátum. Ein úr Kunoy, ein av Skarði og ein úr Norðdepli.Hendingin hevði við sær, at bygdin á Skarði seinni avtoftaðist, tí so at siga allir arbeiðsførir mans í bygdini lótu lív. Sjey mans á skarðsbátinum lótu lív, seks á hvørjum av hinum bátunum. Dimmalætting skrivar millum annað soleiðis dagin eftir hendingina undir yvirskriftini Frygtelig Søulykke:

 

Uvejret kom meget pludselig med Blæst af Nordøst, og alle Baade maate øjeblikkelig søge hjem; flere var nødt til at efterlade linerne. Nogle Motorbaade havde faaet en Del skade, bl.a. den herfra købte store Baad “Hvessingur”, som havde faaet knust Opstaaende. Der kunde ikke være Tale om for Robaade at bjerge sig i saadan Sø

 

1919: Stóra Bretland ger ein nýggja grundóg fyri India. India gerst sjálvstøðugt land í 1947.

 

1986: Voyager gerst fyrsta flogfarið, ið flýgur runt jørðina uttan at steðga. Flogskiparar vórðu Dick Rutan og Jeana Yeager. Ferðin tók nýggju dagar og byrjaði og endaði Edwards Air Force Base í Mojave oyðimørkini í USA.

 

1990: 88.5% av veljarunum í Slovenia atkvøða fyri loysing frá Jugoslavia í eini fólkaatkvøðu

 

Føðingardagar:

 

- Bárður Jákupsson (1943), listamálari og rithøvundur.

 

- Drotning Silvia av Svøríki (1943).

 

Deyð henda dagin

 

- 1948: Hideki Tojo (1884-1948). Forsætismálaráðharri í Japan 1941-1944. Dømdur til avrætting av hernaðardómstóli fyri leiklut sín í álopinum á Pearl Harbour í 1941.

 

- 2000: Victor Borge (1909-2000). Danskur skemtari og tónleikari, ið rýmdi til USA í 1940, eftir at nasistar høvdu hertikið Danmark.