? Nei, vit gera onki burturúr. Vit vera tó ikki burturstødd.
Fyri redaktørin hesa vikuna Boga Godtfred og manningina á Degi & Viku annars, var hósdagurin sera meinlíkur ein hvørjum øðrum gerandisdegi.
Men dámar tær hagtøl, so var hetta dagurin, har Dagur & Vika nummar 2000 bjóðaði vetrarkuldanum av.
Nummar 1999 hevði sum kunnugt trupulleikar, men megnaði eftir tveimum umførum ? aftan á streymslit ? at fullføra sína uppgávu.
Meginparturin føroyskt
Ivan Niclasen, programleiðari á SvF sigur, at vanliga eru seks til sjey journalistar og fýra-fimm fotografar knýttir at Degi & Viku, sum seinasta hálvt annað árið hevur verið send tríggjar ferðir um vikuna ? týsdag, hósdag og fríggjadag. Eitt tíðarskeið fór Dagur & Vika í luftina fýra ferðir um vikuna. Men leiðslan hevur ongar ætlanir júst nú við at koma upp á hetta talið.
Størsti dentur verður lagdur á at gera føroysk innsløg.
? Til hvørja Dag & Viku eru eini 10-11 føroysk innsløg, meðan vit í mesta lagi hava trý útlendsk innsløg, sigur Ivan Niclasen.
Dagur & Vika leggur altíð fyri við trimum sokallaðum yvirskriftum.
? Fyrsta yvirskriftin snýr seg altíð um mál, sum hava avgerandi ella prinsippiellan týdning fyri samfelagnum. Tað kann t. d. vera politikkur ella fíggjarmál.
? Triðja yvirskriftin plagar hinvegin ofta at vera brúkt til ymisk innsløg, ið onkusvegna snúgva seg um gerandisdagin hjá fólki, leggur Ivan aftrat.
Tá Dagur & Vika nummar 1000 fór í luftina fyri nøkrum árum síðan, hevði SvF kannað seg sjálvt, og var komið fram til, at fyrrverandi løgmaðurin Jógvan Sundstein var tann persónurin, ið oftast hevði verið á skíggjanum.
Tað má so vera undantikið sjónvarpsvertin Jón Sigurd Johannesen, sum seinastu árini hevur verið fastur vertur. Nú er hann tað saman við Sigrun Brend, sum var vertur til sending nummar 2000.
Hvør høvuðsøgan bleiv hóskvøldið var tó ikki greitt, áðrenn Sosialurin fór til prentingar.