Dagur og Vika aftur í fullari longd

Og arbeitt verður við at fáa sjónvarpstíðindi á skrá mikukvøld eisini

Frá 1. februar verður Dagur og Vika mánakvøld aftur í »fullari longd«. Tað merkir, at frá at vera sjey minuttir til longdar mánakvøld, verður sending aftur 20 minuttir.

 

Tað sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Hon skrivar á Facebook, at Dagur og Vika hevur verið amputerað síðani sparirunduna í fjør.

 

– Verturin mánadag er redaktørur, reportari og vertur. Afturat hesum eina persóninum er ein reportari. Vit hava ikki havt ráð til meira, og tí er longdin sambært skránni sjey min, sigur hon.

 

Og so lovar hon, at frá 1. februar kemur Dagur og Vika aftur í vanligari longd, sum er 20 minutti, mánadag, týsdag og hósdag og 35 minuttir fríggjadag.

 

– Harafturat er kjakið sum vant á skrá týsdag, og vit arbeiða við einari mikudagssending, sigur Liljan Weihe.