Leicester City er nú oddalið saman við Arsenal, eftir at Leicester vann 1-0 á útivølli móti Tottenham. Bæði Arsenal og Manchester City spældu javnleikir.
Liverpool var á odda bæði 1-0 og 2-1, Arsenal svaraði aftur hvørja ferð. Tað endaði við, at Arsenal kom á odda 3-2 í regninum í Liverpool, men í evstu løtu javnaði Joe Allen fyri Liverpool.
Heimaliðið er í dúpari verjukreppu, og tað kom til sjóndar í dystinum, sum var merktur av vánaligum málmansspæli og verjuspæli frá heimaliðnum, sum viðmekrjarar tó meta hevði munin samanlagt.
Tað var málleyst leingi millum Tottenham og Leicester, men sjey minuttir fyri tíð skoraði Robert Huth forloysandi málið fyri Leicester, meðan Manchester City á heimavølli ikki kláraði at knúgva Everton, har tað somuleiðis endaði við málleysuum javnleiki.
Longur niðri á stigatalvuni hevur Chelsea framvegis trupulleikar, hóast venjaraskifti. Chelsea spældi javnleik 2-2 á heimavølli móti WBA.
Premier League 21.umfar:
Chelsea – WBA 2-2
Manchester City – Everton 0-0
Southampton – Watford 2-0
Stoke – Norwich 3-1
Swansea – Sunderland 2-4
Liverpool – Arsenal 3-3
Tottenham – Leicester 0-1