Tingfundur nummar 43 hesa tingsetuna, sum varð settur í gjár klokkan hálvgum tvey seinnapartin, var fyri tað mesta merktur av fyrispurningum.
Á dagsskránni fyri fundin vóru 7 mál, og var tað fyrsta teirra ófráboðaðir fyrispurningar.
Tá rundan við ófráboðaðu fyrispurningunum var av, legði løgmaður fram tingmál nummar 101-5/1999, sum er frágreiðing frá løgmanni um uttanlandsmál 1999/2000.
Eftir framløguna vóru aftur fyrispurnigar á skránni. Fyrst skuldi atkvøðast um fyrispurning nummar 100-28/1000 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingskvinnu, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin. Hesin fyrispurningur varð fráboðaður á fundinum týsdagin.
Fjóðra málið á skránni var atkvøðugreiðsla um fyrispurning nummar 100-19/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi barnsburðargrunni.
Fimta málið á dagsskránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 38/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra. Uppskotið legði Hans Pauli Støm fyri tingið vegna Javnaðarflokkin 18. januar í ár.
Næstseinasta málið á skránni var eisini aftur ein fyrispurningur. Talan var nevniliga um svar uppá fyrispurning nummar 100-13/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbirni Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóggávu, ið gevur Føroya Landsstýri sera víðar heimildir viðvíkjandi stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum. Hesin fyrispurningurin varð fráboðaður 8. desember í fjør.
Seinast á skránni fyri tingfundin í gjár var framløga.