Uttan at hyggjarin legði merki til tað, fór Sjónvarpið fyri einum hálvum ári síðani undir at gera eitt studio. Eitt nýtt studio til Dag & Viku, Kjakið, 3-2, Gekkin og Mentanartíðindi. Seinastu tíðina hevur hyggjarin so merkt hetta arbeiði, tí Dagur & Vika gjørdist brádliga munandi styttri enn vanligt. Mong ilskaðust um hetta, at tann framman undan stutta tíðindasendingin skuldi styttast. Sjónvarpið bað hyggjaran bera yvir við sær, og tað gera tey flestu helst í dag, nú Sjónvarpið tvær ferðir hevur sent tíðindasendingina úr nýggju hølunum og í einum nýggjum hami.
Broytt Dagur & Viku
Sjónligasta broytingin, sum hyggjarin sá á skíggjanum mánakvøldið, var nýggja studioið. Tá eygað hevði vant seg við nýggju hølini, vóru beinanvegin aðrar broytingar at síggja.
Fyrst og fremst hevur sendingin broytt ham. Dagur & Vika er nú í tveimum pørtum – DV og DV-Pluss. DV (stytting fyri Dagur & Vika) er tíðindaparturin, sum verður umleið 11 minuttir til longdar. Tað verður sent mána-, týs-, hós- og fríggjakvøld klokkan 19, men hesin tíðindaparturin verður nakað styttri enn gamla Dagur og Vika var.
Eftir DV mána-, týs og hóskvøld verður DV-Pluss. Lyklaorðini í hesari sending eru innlit, perspektiv og undirhald. Her koma gestirnir í sjónvarpsstovuni at spæla ein týðandi leiklut. Gestir, sum vita, geva innlit, perspektivera og analysera.
– Við undirhald verður hugsað um, at pláss skal eisini vera fyri bleytari tilfari, sum gevur hyggjaranum ein uppliving ella bara undirheldur. Hesi innsløgini nýtast ikki at hava gest við ella skulu gera øll so øgiliga klók, skrivar Sjónvarpið í tíðindaskrivi.
Fríggjakvøld verður einki DV-Pluss. Tá verða Mentanartíðindi sum tað plagar, og Kjakið sum vit higartil hava kent tað, verður ikki fastur partur av skránni, men heldur sett á, tá hildið verður at tað er neyðugt.
Mentanartíðindi og Gekkur fáa eisini rúmd í nýggja studionum, men tað ganga nakrar vikur áðrenn tað er komið upp á pláss.
3-2 mánakvøld og hóskvøld
Ein onnur minni broyting er eisini, at ítróttarsendingin 3-2 eisini verður hóskvøld. Altso 3-2 verður sum vant mánakvøld, men eisini hóskvøld í eini fimm minuttir langari sending, sum leggur upp til ítróttin um vikuskiftið og tekur útlendskan ítrótt við.
Kostar 5 milliónir
Íløgan kostar fimm milliónir krónur. Av teimum eru fýra milliónir brúktar til tøkni og kontrolrúm, sum er bygt í einum parti av bilskúrinum hjá sjónvarpinum. Meginparturin av hesum er leys útgerð, sum kann takast niðan við, tá ætlanin, um at útbyggja og flyta alt Kringvarps-virksemið niðan í Sortudíki, verður framd í verki.
Tí er henda íløgan ikki skeiv, hevur stjórin í Kringvarpinum, Jógvan Jespersen, sagt.
FAKTA:
Herluf Sørensen hevur samskipað alt arbeiði.
Carsten M. Arnskov og Hans Andor Johannesen hava uppbygt og monterað kontrolrúmið.
Kim Fridbjørg hevur sniðgivið studio (sami maður, sum hevur sniðgivið hjá Danmarks Radio)
Danska fyritøkan Timeline og Robert Schmidt hava sniðgivið nýggjan grafikk
Øssur Hjalt og Kristin Gærdbo hava gjørt snikkara- og timburarbeiðið
Regin Toftegaard hevur gjørt tónleikin til nýggjar jinglur. (í kapping við tveir aðrar)