Edvard Joensen
Tvær tíðindasendingar í Sjónvarpi Føroya í summar. Tað verður veruleiki frá komandi týskvøldi.
Nú summarið er komið, og kvøldini ljós, eru ikki øll, sum tíma at sita inni og hyggja at Degi & Viku. Og tað hevur leiðslan á tíðindadeildini hjá Sjónvarpi Føroya tikið til eftirtektar.
Øssur Winthereig, tíðindastjóri, sigur, at ætlaða broytingin fyribils bert verður í summar.
Øssur Winthereig sigur, at ætlanin er at stytta vanligu tíðindasendingina klokkan 20 niður í eitt korter. Innihaldið verður kortini tann vanliga blandingin av føroyskum og útlendskum tilfari. Valt verður kortini heldur hvassari út, og innsløgini verða helst eisini stytri.
Síðan verður ein stutt sending aftur umleið klokkan 23. Tað velst um, hvussu skráin annars passar.
Øssur Winthereig sigur, at hendan sendingin verður nevnd »Dagslok.« Hetta er heimagjørt orð, men hann metir tó, at ongum nýtist at ivast í, hvat tað merkir.
Ætlanin við hesi sendingini er at senda heilt aktuelt tilfar. Til dømis ber tá Sjónvarpinum til at senda myndir frá ymsum summartiltøkum, sum hildin vera sama kvøld.
Eisini er møguleiki fyri at fylgja einihvørji søgu, sum hevur verið í fyrru sendingini, upp.
Eitt annað, ætlanin er at taka upp, eru yvirskriftirnar í bløðunum, sum koma út dagin eftir, eins og stutt veðurtíðindi fyri náttina og dagin eftir helst eisini verða við.
Eisini verður ítróttur fastur táttur á skránni í summar.
Øssur Winthereig, tíðindastjóri, sigur, at týskvøldini eftir FM kappróður, verður kappróður fastur táttur á skránni.
Eisini er Oyggjaleikaár, sum Sjónvarpið fer at gera burturúr.
Hvørt kvøld, Dagur & Vika er á skránni, verður ein ítróttargrein, sum verður við á Oyggjaleikunum á Gotlandi, umrødd.