Í kvøld klokkan 19 verður hálvfinalan í HM-endaspælinum millum Frakland og Belgia. Bæði liðini hava víst styrki í hesum endaspælinum, og bæði liðini hava stjørnur í øllum rekkjunum og enntá á bonkinum.
Veddingarfyritøkurnar hava ilt við at gera mun, men geva Fraklandi fyrimunin. Frakland lat heili trý mál inn móti Argentina í 1/8 finaluni, men stóð væl ímóti í fjórðingsfinaluni, har Uruguay ikki kom til nakað serliga av møguleikum.
Belgia vísti eisini móti Japan, at liðið kann umskipa seg, eftir at Japan kom á odda 2-0 í 1/8 finaluni. Belgia vann 3-2 og síðani 2-1 á Brasil í hálvfinaluni. Serliga Eden Hazard og Kevin De Bruyne vísti stórspæl.
Hálvfinalan verður í kvøld klokkan 19. Í morgin spæla Ongland og Kroatia.
Hálvfinala 1:
Frakland – Belgia (Týsdagin klokkan 19)
Leikvøllur: Krestovsky Stadium
Dómari: Andres Cunha, Uruguay
Sjónvarp: KVF, TV2
Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)
Frakland vinnur: 2.58
Javnleikur: 3.35
Belgia vinnur: 3.2
Møguligar uppstillingar:
Frakland (4-2-3-1): Lloris - Pavard, Varane, Umtiti, Hernandez - Kante, Pogba - Mbappe, Griezmann, Matuidi - Giroud
Belgia (3-4-2-1): Courtois – Alderweireld, Kompany, Vertonghen – Chadli, De Bruyne, Witsel, Carrasco – Mertens, Hazard – Lukaku
* Thomas Meunier hevur leikbann










