Dagur 24: Nú kemur fótbólturin heim

Tað halda onglendingar, men Svøríki hevur prógvað seg í hesum endaspælinum

Í dag verða tvær tær seinnu fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum í Russlandi. Í gjár vann Frakland 2-0 á Uruguay, meðan Belgia vann 2-1 á Brasil. Í dag klokkan 15 spælir Ongland móti Svøríki, meðan Russland og Kroatia spæla í kvøld klokkan 19.

Vegurin til HM-finaluna er soleiðis, at Frakland og Belgia møtast í aðrari hálvfinaluni, meðan vinnararnir í kvøld spæla móti hvørjum øðrum.

 

Fjórðigsfinala finala 3:

Svøríki – Ongland (Leygardagin klokkan 15)

Leikvøllur: Samara Arena, Samara

Dómari: Björn Kuipers, Holland

Sjónvarp: KVF, DR1

Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)

Svøríki vinnur: 5

Javnleikur: 3.4

Ongland vinnur: 1.99

 

Møguligar uppstillingar:

Svøríki (4-4-2): Olsen – Krafth, Lindelöf, Granqvist, Augustinsson – Claesson, Ekdal, Larsson, Forsberg – Toivonen, Berg

* Mikael Lustig

England (3-5-2): Pickford – Walker, Stones, Maguire – Trippier, Alli, Henderson, Lingard, Young – Kane, Sterling

 

Fjórðigsfinala finala 4:

Russland – Kroatia (Leygardagin klokkan 19)

Leikvøllur: Fisjt Stadion, Sochi

Dómari: Sandro Ricci, Brasil

Sjónvarp: KVF, DR1

Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)

Russland vinnur: 4.1

Javnleikur: 3.12

Kroatia vinnur: 2.3

 

Møguligar uppstillingar:

Russland (3-4-2-1): Akinfeev - Kutepov, Ignashevich, Kudryashov - Fernandes, Kuzaev, Zobnin, Granat- Samedov, Golovin - Dzyuba

Kroatia (4-2-3-1): Subatic - Vrsaljko, Lovren, Vida, Strinic - Rakitic, Brozovic - Rebic, Modric, Perisic – Mandzukic