Dagur 18: Nú skal Danmark standa royndina

Danmark skal spæla móti Kroatia, meðan Spania er favorittur móti Russlandi

Í dag verða aftur tvær 1/8 finalurnar í HM-endaspælinum, sum er í Russlandi. Klokkan 15 spæla Spania og Russland, meðan Kroatia og Danmark møtast klokkan 19 í kvøld.

 

Í gjár ruku bæði Lionel Messi og Cristiano Ronaldo út av HM. Argentina tapti 4-3 fyri Fraklandi, meðan Portugal tapti 2-1 fyri Uruguay.

 

1/8 finala:

Spania – Russland (Kl 15)

Leikvøllur: Luzjniki Stadion, Moskva

Dómari: Björn Kuipers, Holland

Sjónvarp: KVF, TV2

Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)

Spania vinnur: 1.62

Javnleikur: 4.35

Russland vinnur: 7

 

Møguligar uppstillingar:

Spania (4-2-3-1): De Gea - Carvajal, Pique, Ramos, Alba - Busquets, Koke - Silva, Isco, Iniesta - Costa

Russland (4-2-3-1): Akinfeev - Fernandes, Kutepov, Ignashevich, Zhirkov - Zobnin, Gazinskiy - Samaedov, Golovin, Cheryshev - Dzyuba 

* Igor Smolnikov hevur leikbann

 

1/8 finala:

Kroatia – Danmark (Kl 19)

Leikvøllur: Nisjnij Novgorod Stadion

Dómari: Nestor Pitana, Argentina

Sjónvarp: KVF, DR1

Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)

Kroatia vinnur: 1.95

Javnleikur: 3.4

Danmark vinnur: 5.5

 

Møguligar uppstillingar:

Kroatia (4-2-3-1): Subasic - Vrsaljko, Lovren, Vida, Strinic - Rakitic, Brozovic - Rebic, Modric, Perisic - Mandzukic

Danmark (4-2-3-1): Schmeichel - Dalsgaard, Kjær, "Zanka", Stryger Larsen - Christensen, Delaney - Poulsen, Eriksen, Sisto - Jørgensen 

 

Hinar 1/8 finalurnar:

Mánadagin klokkan 15: Brasil-Meksiko (KVF, DR1 og RÚV)

Mánadagin klokkan 19: Belgia-Japan (KVF, TV2 og RÚV)

 

Týsdagin klokkan 15: Svøríki-Sveis (KVF, TV2, RÚV og NRK1)

Týsdagin klokkan 19: Kolumbia-Ongland (KVF, TV2 og RÚV)