Tað eru nú greitt, hvussu vegurin til HM-finaluna sær út hjá teimum ymiskum londunum. Tað kom serliga spekulatión í dystin millum Belgia og Ongland, har vinnarin av dystinum á pappírinum fær ein torførari veg til HM-finaluna.
Tað eru tveir vegir til finaluna í Moskva. Á aðrari síðuni eru Uruguay-Portugal, Frakland-Argentina, Brasil-Meksiko og Japan-Belgia. Her er talan um fleiri av favorittunum til HM-heitið, umframt avbjóðarar sum Uruguay, Belgia og evropameistarnir úr Portugal.
Við tapinum móti Belgia, hevur Ongland ein lættari veg til finaluna. Tí í hini síðuni eru, Spania-Russland, Kroatia-Danmark, Svøriki-Sveis og so Ongland-Kolumbia. Á pappírinum er talan ikki um eins sterkar fótbóltstjóðir. Undan dystinum móti Belgia visti bæði londini júst hvussu vegurin kom at síggja út.
Ongland og Belgia gjørdu fleiri broytar til dystin, men báðir venjararnir løgdu stóran dent á, at teir spældu fyri at vinna. Tað endaði við, at Adnan Januzaj skoraði einasta málið í dystinum, sum gjørdi at Belgia helst skal møta HM-favorittunum úr Brasil í fjórðingsfinaluni, meðan Ongland skal spæla móti Kolumbia. Koma teir víðari, so møta Ongland antin Sveis ella Svøriki.
Tá tað er sagt, so hugsa lond sum Kroatia, Sveis, Svøriki og Kolumbia helst eisini tað saman, men tey vóru sum so ikki í eini støðu, har tey við sama tryggleika sum Ongland, kundu tapa dystin og enda í eini á pappírinum betri støðu.