28. Januar. Karlamagnus keisari, deyður í 814. Eini 400 ár eftir deyða sín varð hann eftir uppskoti frá týska keisaranum Fríðriki Barbarossa skírdur halgimenni, men heitið varð ikki viðurkent av pávanum í Róm. Karlamagnus hevur annars verið høgt í metum, ikki minst í Føroyum. Karl er germanskt navn og merkir maður, og Magnus er latínskt og merkir stórur.