Dagtilhaldið í Rók er opið

Í einum sethúsum í Rókini í Saltnesi heldur Dagtilhaldið í Rók til. Dagtilhaldið er fyri børn við serligum tørvi, sum annars ikki hava stovnspláss. Hósdagin verður húsið opið fyri almenninginum millum klokkan 14 og 17 seinnapartin

Sosialmál



Saltnes: Í Dagtilhaldinum í Rókini eru átta børn við serligum tørvi dagliga savnað. Sjey teirra eru børn undir skúlaaldur, sum annars ikki hava pláss á nøkrum dagstovni, meðan eitt barn kemur í húsið eftir skúlatíð.

Starvsfólkini í húsinum eru persónligir stuðlar hjá børnunum. Nes- og Runavíkar Kommuna bera kostnaðin, men eingin daglig leiðsla er í húsinum. Og tað er ein vansi, siga stuðlarnir.

Hósdagin frá klokkan 14.00 til klokkan 17.00 seinnapartin verður opið hús í Rókini, har øll, sum vilja, eru vælkomin inn á gólvið, siga stuðlar og foreldur at børnunum, sum koma í Dagtilhaldið í Rók.

Runavíkar- og Nes Kommunur hava í felag latið upp tilhald fyri børn við serligum tørvi. Talan er brekað um børn, alt frá spastikarum til børn, sum onga diagnosu hava fingið setta, men sum hava tørv á ansing alt samdøgurið.

Vanligt hevur verið, at hesi børnini hava verið ansað heima av einum persónligum stuðulsfólki. Tað verið seg í heiminum hjá barninum ella viðhvørt eisini heima hjá stuðulsfólkinum.

Skipanin hevur havt við sær, at fólkini, bæði tann ansaði og stuðulin, hava verið rættiliga einsamøll. Tí er ynski komið um at fáa eitt stað, har fleiri fólk eru savnað allan dagin. Og tað hevur avgjørt nógvar fyrimunir við sær, siga stuðlarnir, sum dagliga koma í Dagtilhaldið í Rók, sum staðið verður nevnt.

Tað er soleiðis, at børnunum tørvar hjálpitól til dagligu tilveruna. Tólini eru ikki altíð líka løtt at fá hendur á. Men av tí, at børnini savnast í sama húsi, ber til at nýta og fáa gleði av hjálpitólunum hjá hvørjum øðrum, ta tíðina, tey annars standa óbrúkt.

Ein annar avgjørdur fyrimunur við at vera í sama húsi er, at nú ber til hjá fysioterapeuti og ergoterapeuti at geva viðgerðir sínar á staðnum, har børnini eru.

Fyrr var tað soleiðis, at tá børnini, sum hava stóran tørv á millum øðrum fysioterapi, skuldu til viðgerðar, skuldu tey flytast heiman. Tað kundi í fleiri førum vera heldur trupult, tí børnini eru likamliga illa fyri. Tað tekur langa tíð at lata tey í og úr. Tey skulu flytast við bili og har fáast bæði í og úr. Viðgerðin tekur ikki so øgiliga langa tíð, og so sama túrin umaftur. Tað møðir tey, og slítur sjálvandi eisini.

Við hesi skipanini í Dagtilhaldinum, kemur terapeuturin til børnini heldur enn øvugt. Tað ger alt nógv lættari hjá teimum.

Stuðlarnir hjá børnunum, sum eru í dagtilhaldinum siga, at rammurnar um tilhaldið eru sera góðar. Kommunurnar hava í felag leigað eini sethús í Saltnesi, sum í síni tíð eru gjørd júst til eitt brekað barn. Ongar gáttir eru at fara um. Hurðarnar eru breiðar, og lyft er í kjallaran umframt annað, sum tøvur er á.

Einasta, sum eftir er at ynskja, er betri tilkoyring og parkeringsmøguleikar uttanfyri. Støðan hjá børnunum ger, at tey mugu flytast við bili, og húsið liggur niðan fyri vegin. Tað ger so aftur, at trupult kann fara at verða at koma til í hálku.

Ein annar, og heldur ikki minni trupulleiki er, at eingin føst leiðsla er í húsinum. Sum støðan er nú, siga stuðlarnir, eru tað bara tey sjálv, sum skipa fyri. Samstundis sum tey eisini skulu brúka fulla tíð at ansa børnunum.

Hevði ein skipað leiðsla verið fyri húsið, hevði borið enn betri til at fingið tað optimala burtur úr teimum sera góðu umstøðunum, sum húsið gevur. Eitt nú so einfaldum tingum sum at syrgt fyri at samskipa avtalur. Gjørt vaktarskipanir fyri starvsfólkini, um eitt nú vikuskiftisvaktir skuldu verið o.s.fr.

Tað er soleiðis, siga tey, at foreldrini at børnunum eisini hava brúk fyri umlætting viðhvørt. Til dømis okkurt vikuskifti, kundi húsið saktans verið opið. Men tað krevur meira skipað viðurskifti, enn tey eru júst nú.

Sum er, er støðan tann, at kommunurnar hava latið húsið, men Almanna- og Heilsumálastýrið hevur yvirornaðu ábyrgdina av rakstrinum. Verkætlanin er bara ein royndarskipan, sum tey longu nú kunnu siga, riggar væl. Men tað krevur skipað viðurskifti, sum tey, ið eru stuðlar hjá børnunum ikki hava ávirkan á.

Sosialurin hevur sett seg í samband við Almanna- og Heilsumálastýrið fyri at frætta, hvussu landið liggur. Men viðkomandi, sum umsitir málið var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar. Væntandi verður meira at frætta um málið í seinni blað.