Dagtilhaldið Lugarið í Leirvík

Mánadagin 6. mars tóku leirvíksingar nýístandgjørt høli í nýtslu til dagtilhald

LUGARIÐ, sum teir hava valt at kalla tað, liggur væl fyri mitt í bygdini við góðum útsýni til fiskaríhavnina, og tað sum har gongur fyri seg. Hølið hevur fyrr verið nýtt sum kiosk, tað er ikki stórt, men hugnaligt, hóast enn vantar nakrar myndir á vegginum.

Á lítlari samkomu sum leygardagin var fyri teim sum stuðla hava tiltakið vi peningi og sjálvbodnum arbeiði, hugleiddi Osmund Justinussen, sum jú hevur sínar røtur í Leirvík, um tað fjøltáttaða umhvørvi sum eitt lugar var, ella rættari hevði verið.

Tað at hava verið uppihaldsrúm, sovirúm, køkur, skaffirúm, fundarrúm, møtisalur, skrivi- og lesirúm, o.a. var tað eyðsæð at eitt slíkt rúm rúmdi nógvum upplivingum og nógvum ymiskum frásagnum. Her vóru bæði tey lokalu og verðinsmálini greidd út í æsir.

Hann ynskti stigtakarunum eydnu við tiltakinum og ynskti góða undirtøku.

Bygdarráðsformaðurin Sjúrður Eliasen hugleiddi um hølini, sum nú varð sitið í. Upprunaliga bygd til ísgoymslu í 40?unum, ? tí eisini kalla íshúsið, tó at ísur ongantíð varð gjørdur har, men borin í leypi tá kavi var. Eina drúgva tíð var nógv fiskaarbeiði har við fiskarúgvum langt út á vegin. Seinri sum egningarhøli fyri teir størru útróðrarbátarnar fyri so at enda sum kiosk og nú dagtilhald.

Mangt var at minnast aftur á, og ymiskar vóru søgurnar, sum longu hesa løtuna vóru havdar á lofti.

Lugarið fer tað fyrstu tíðina at hava opið frá kl. 10 til 12 og frá kl. 14 til 18, inntil funnið er útav hvørjar best egnaðu tíðirnar eru og hvussu tørvurin fer at laga seg.

Hølið er ætlað pensionistum og fólki, sum eru komin nakað til árs, at stytta teimum stundir.

Eit tlítið køksskapilsi er, so møguleiki er eisini at gera sær ein kaffimunn.

Vit ynskja lorvíksingum tillukku og eydnu við tiltakinum.