Dagtilhaldið í Gøtubrá byrjar aftur

Nú kvøldini gerast aftur gerast myrk og long, verður aftur farið undir ymsu frítíðarítrivini - og soleiðis er eisini í Gøtu, har tey aftur fara undir virksemi í Gøtubrá

Tey halda til í gamla svimjihylinum, sum seinni gjørdist partur av studentaskúlanum. Gøtubrá hevur verið væl vitjað, og vanligar dagar hava komið millum 25 og 30 fólk inn á gólvið.

Tiltøkini í Gøtubrá byrja aftur mánadagin 14 septembur kl 15.00, og eru allir pensjónistar í Gøtu sókn vælkomnir, eins og eisini onnur eru vælkomin at støkka inn á gólvið til eina hugnaliga løtu.

Tað er so ymiskt, hvat er á skránni í Gøtubrá. Ein vanligan dag kunnu tey sita og hugna sær, binda, spæla kort, ymiskt ítriv og tosa um gamlar dagar. Og sjálvandi er hvønn dag ein drekkamunnur og okkurt heimabakað á skránni.

Av og á skipa tey fyri onkrum serligum, tað kann t. d. verða, at onkur kemur og lesur eina søgu ella onkur sigur frá onkrari hending.

Tað verður eisini skipað fyri útferðum og hava hesar fingið sera góða undirtøku og hava eydnast sera væl.

Av og á vitja eisini pensjónistar úr øðrum feløgum, og plagar hetta at verða sera hugnaligt.

Vit síggja, lata tey heilsa úr Gøtubrá