Dagtilhald til eldri verða stongd

Løgtingið hevur nú beint fyri jól strikað allan stuðulin 4 mió kr. til eldradagtilhald. Við hesum væntar løgtingið, at kommunurnar taka á seg uppgávuna at fíggja dagtilhaldini

Kommunalu fíggjarætlanirnar vórðu samtyktar og latnar landsstýrinum farna mánaðarskiftið, og eingin limakommuna hevur lagt upp fyri hesum meirútreiðslum til dagtilhald.

 

Kommunusamskipan Føroya hevur fyri landsstýrinum harðliga átalað óvanan at áleggja kommununum nýggjar útreiðslur uttan nakra fráboðan ella samráðing yvirhøvur.

 

Kommunusamskipanin hevur eisini harðliga átalað, at landsstýrið tilvitað flytur undirskot í landskassanum yvir í kommunukassarnar.

 

Kommunurnar skulu nú finna nýggja fígging til endamálið eins og skipa dagtilhaldini av nýggjum sum kommunalt ábyrgdarøkið. Nær hetta arbeiðið er liðugt, og um ella nær fígging er fingin til vega í einstøku kommununum, er ómøguligt at siga nakað ítøkiligt um.

 

Avleiðingin er, at kommunurnar onga trygd kunnu veita fyri, at dagtilhaldini eru opin eftir nýggjár. Helst verða nøkur stongd, tí eingin fígging er til taks. Kommunurnar kunnu heldur ikki veita trygd fyri, at verandi virksemið kann halda fram á sama støði.

 

Allar kommunur vilja skipa teir bestu karmarnar fyri teimum eldru, tað verið seg teimum, sum hava brúk fyri røkt, og teimum, sum enn eru virkin. Dagtilhaldini skapa trivna og lívsgóðsku, og tí vónar Kommunusamskipanin, at kommunurnar onkursvegna megna at skipa so fyri, at dagtilhaldini kunnu halda fram.

 

Men Kommunusamskipanin harmast almikið um, at løgtingið og landsstýrið hava tveitt dagtilhaldini og teir mongu eldru borgararnar, sum hava stóra gleði og stórt gagn av hesum serstaka tilboði, út í óvissu. Hetta var vána gáva at geva teim eldru til jóla.