Dagtilhald á Oyri letur upp

Hósdagin letur nýggja dagtilhaldið hjá teimum eldru í Sunda kommunu upp. Borgarstjórin Heðin Zachariassen fer at siga nøkur orð, Jógvan Fríðriksson kemur at halda fyrilestur og tónleikur verður eisini á skránni. – Vit skulu skapa karmarnar, og so mugu vit fylla teir í felag, sigur Brynjálv Borðoy, fyrireikari

Oyri: Seinastu dagarnar hava nøkur sjálvboðin fólk brúkt úti í gamla dagstovninum á Oyri, har tey hava gjørt klárt til, at niðara hæddin kann lata upp sum dagtilhald fyri tey eldru í kommununi.
– Vit ynskja at vita, um áhugi er fyri einum slíkum dagtilhaldi. Um so er, verður tað upp til kommununa at reka tað víðari, sigur Brynjálv Borðoy, ein av stigtakarunum til dagtilhaldið.
Brynjálv Borðoy sigur, at tey ynskja at skapa nakrar karmar fyri tey eldru í kommununi, og so mugu tey í felag royna at fylla teir. Uttan at vita tað við fullari vissu, so heldur Brynjálv Borðoy seg hava ábendingar um, at tørvur er á einum slíkum dagtilhaldið.
Hann sigur seg vóna, at fólk fara at taka væl í móti nýggja tilboðnum, og tí hava tey eisini roynt at gjørt eitt sindur burtur úr, tá dagtilhaldið letur upp alment hósdagin.
Tá kemur borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariassen, at siga nøkur orð. Jógvan Fríðriksson, prestur, fer somuleiðis at bera nøkur orð fram. Harnæst hava tey eisini fingið Sóljuband at spæla. Hetta er ein tónleikabólkur úr dagtilhaldinum í Klaksvík við fýra eldri fókum, og tey fara at spæla nakrar tónar til móttøkuna hósdagin kl. 14.

Skipa fyri telduskeið
Hóast dagtilhaldið ikki letur upp fyrr enn hósdagin, hava stigtakararnir verið í gongd í eina tíð. Millum annað hava tey fingið eitt telduskeið upp á pláss.
– Hetta verður eitt heilt einfalt telduskeið, har møguleiki er at læra at tendra og sløkkja eina teldu, og kanska eisini læra at lesa teldupost, sigur Brynálv Boroy, sum dømi um eitt tiltak, tey fara at skipa fyri í gamla barnagarðinum á Oyri.