Dagtilhald fyri fólk við byrjandi demens

Dagtilhald fyri fólk við byrjandi demenssjúku verður í Doktarahúsunum í Fuglafirði.

Dagtilhald fyri fólk í Eysturoy, sum hava eina byrjandi demenssjúku, letur nú upp í gomlu doktarahúsunum í Fuglafirði.

 

Tí bjóða Fuglafjarðar kommuna og Almannaverkið til almenna móttøku í dagtilhaldinum hósdagin í næstu viku, 13. februar, millum klokkan 14 og 16.

Í hesum sambandi bjóða Fuglafjarðar kommuna og Almannaverkið til almenna móttøku á dagtilhaldinum.

 

Adressan hjá nýggja dagtilhaldinum í Doktarahúsinum í Fuglafirði er Ennivegur 27, og tá móttøkan verður, eru øll hjartaliga vælkomin.