Dagtilhald á útferð í Havn

Hósdagin vóru 14 kvinnur í dagtilhaldinum í Nes kommunu á útferð í Havn.

Hósdagin vóru kvinnurnar í dagtilhaldinum í Nes kommunu á útferð í Havn, har tær eitt nú ótu ein døgurðabita á Hotel Hafnia og seinnu vitjaðu á Boðanesheiminum.

 

Bussur varð leigaður frá Hammer Shuttle, og bussførari var kendi og royndi ferðaleiðarin, Sámal Bláhamar.
 
- Tær 14 kvinnurnar fóru frá Vesturskini klokkan hálvgum elllivu, og tá tær vóru komnar til Havnar, fóru tær á Hotel Hafnia at fáa sær ein góðan døgurðabita.

 

Nes kommuna veit at siga, at stjórin á Hotel Hafnia, Oddbjørg Højgaard, sum er ættað av Toftum, tók væl ímóti og gav sær stundir at práta við kendu gestirnar.
 
- Síðani varð vitjað á nýggja Boðanesheiminum, har leiðslan tók væl ímóti og vísti teimum runt, samstundis sum greitt varð frá heiminum.
 

Nes kommuna sigur, at hetta var ein sera hugnaligur og væleydnaður túrur, og ferðalagið var aftur á Toftum um fimm tíðina henda dagin.