Dagtilboð til minnisveik í Vestmanna

- Eitt slíkt tilboð gevur minnisveikum nakað at fara til, samstundis sum tað lættir um hjá teimum avvarðandi, sigur Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu

MINNISVEIK

Avvarðandi at minnisveikum í Vestmanna hava heitt á kommununa um at geva pláss fyri onkrum tilboði til minnisveik sum búgva heima.
Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu, fegnast um, at eitt avlastingartilboð, sum tað eisini kann rópast, nú kemur í gongd fyrsta dagin.
- Tað er ikki kommunan, sum hevur funnið upp á hetta, men vit eru fegin um at kunna ganga slíkari áheitan frá borgarunum á møti.
Hon sigur, at sambýlið í Vestmanna verður karmur um hetta tilboð, sum minnisveik kunnu brúka nakrar tímar einar tvær ferðir um vikuna.

Royndarætlan
- Kommunan hevur sett nakrar krónur av til eina royndarætlan, og síðan koma minnisveik sjálvi at rinda eitt symbolskt krónutal hvørja ferð, tey fáa høvi at koma á sambýlið.
Herit Magnussen fegnast eisini um, at sambýlið hevur tikið so væl ímóti hesi ætlan – og at tey duga at síggja nakrar møguleikar í, at minnisveik saktans kunnu geva búfólkunum á sambýlinum nakað.
- Tey, sum arbeiða á sambýlinum, eru spurd, hvat tey siga til eina slíka ætlan, og eg fegnist um, hvussu positiv tey hava verið.
Hon vísir á, at tað eru minni enn so øll minnisveik, sum eru illa fyri likamliga.
- Summi eru væl fyri, og hetta eru ofta gemytlig fólk, sum duga væl at siga frá, og sum soleiðis kunnu geva húsinum nakað, leggur Herit Magnussen aftrat.

Tvær síður
Eitt er, at minnisveik soleiðis fáa eitt tilboð og ein avveksling í gerandisdegnum. Annað er, at avvarðandi at hesum fólkum, sum búgva heima, eisini fáa eitt andarhol, tí tað er mangan strævið hjá familju ella hjúnarfelaga hjá minnisveikum at fáa dagin at hanga saman.
- Við atliti til fólk, sum hava verið til umlætting á eldrasambýlinum, verður mett, at eini 4-5 minnisveik í Vestmanna soleiðis kundu hugsast at komið til dagtiboðið, sum nú verður sett á kjøl.
Herit Magnussen vísir á, at tá avvarðandi vita, nær tey minnisveiku kunnu fara á sambýli, hava avvarðandi samstundis nakrar tímar, har tey kunnu takast við eitt hvørt, sum teimum lystur.

Ellisheim í 2012
Í løtuni verður ellisheim bygt í Vestmanna, sum fer at kunna hýsa umleið 24 búfólkum.
- Vit gleða okkum til, at ellisheimið verður liðugt í 2012. Tá heimið letur upp, vænti eg, at tilboðið til minnisveik, sum fyribils verður á royndarstigi, flytir í ellisheimið, sigur forkvinnan í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu, Herit Magnussen.