Dagsverkarar á Sosialinum

Sum so mangar aðrar fyritøkur í landinum, so hevði Sosialurin valt at stuðla tiltakinum Operatión Dagsverk. Í hesum sambandi vóru tríggir dagsverkarar til arbeiðis á blaðnum

Terji Nielsen

Jens Kr. Vang


Klokkan átta stundisliga mikumorgunin møttu tey trý Annika Godtfred, Rúni W. Højgaard og Bárður Johannesen til arbeiðis á Sosialinum.


Kend á blaðnum

At hesi trý ungfólkini valdu at koma út á blaðið at arbeiða, er kanska ikki so løgið. Bæði Rúni og Bárður starvast til dagliga á blaðnum sum pakkarar, og eisini Annika hevur eina fortíð á blaðnum.

Tá ið vit fingu okkum eitt prát við tey trý, søgdu tey eisini, at tað er lættari at koma út á eitt arbeiðspláss, har man frammanundan kennir starvsfólkið, serliga tá ið tað bert er fyri ein dag.

Tað er eyðsæð, at høvdu tey trý farið út á okkurt arbeiðspláss, har tey ikki vóru kend frammanundan, hevði tað neyvan gingið so lættliga, siga tey trý.


Hava práta við

aðrar dagsverkarar

Tá ið vit spurdu, hvat tey høvdu gjørt, greiddu tey frá, at tey høvdu verið í býnum og tosað við aðrar dagsverkarar, sum hava verið til verka aðrastaðnis í býnum.

Hvat, ið tey fingu burturúr hesum samrøðum, sæst aðrastaðnis á hesum síðum.

Annika sigur í hesum sambandi, at hon hevði væntað, at tey fóru at verða sett til at rudda, mála ella okkurt líknandi, tá ið tey komu til arbeiðis, men so var ikki, og tað kom heldur óvæntað á tey.


Ósemja á skúlanum

Tá ið tiltakið Operation Dagsverk var lagt fram fyri næmingarnar á Studentaskúlanum í Hoydølum, vóru tað nógvir av næmingunum, sum mótmæltu.

Upprunaliga var ætlanin tann, at antin tóku næmingarnir lut í tiltakinum, ella vóru teir skrivaðir fyri sjey tímar av fráveru. Hetta hóvaði ikki nógvum av næmingunum, tí hesir høvdu betur hug til at sita á skúlabonki heldur enn at fara út og arbeiða.

Seinni er so ein loysn funnin á málinum, so at tey, sum ikki taka lut í tiltakinum, ístaðin gera ymiskt fyrifallandi arbeiði uppi á sjálvum skúlanum. Hetta fevnir millum annað um at rudda, mála, prýða skúlan og so framvegis.


Vælgerandi endamál

Vit spurdu Anniku og Bárð, hví tey høvdu valt at taka lut í tiltakinum.

Til svaraðu tey, at tað er hugaligt at taka ein skúladag burturúr tímatalvuni, og haraftrat fer allur peningurin, sum kemur inn, til eitt vælgerandi endamál. Í sambandi við tiltakið í ár fer allur peningurin óskerdur til vælgerandi endamál í Palestina.


Stór undirtøka

í Danmark

Tiltakið hevur fingið sera góða undirtøku í Danmark, hagani tað eisini verður samskipað.

Ikki færri enn 169 skúlar kring alt Danmark taka lut í tiltakinum, og eru tað bæði studentaskúlar, handilsskúlar, tekniskir skúlar og fleiri við.