Skráin fyri dagin hevði nakað at bjóða øllum. Fyrsta talan varð hildin av borgarstjóranum, Jan Christiansen. Eftir taluna komu smáir gestir úr Dagstovninum Lítlaskógi fram á gólvið. Saman við Judith í Brekkunum sungu børnini nakrar sangir, og síðani var aftur ein røða hildin, hesuferð av Heðini Mortensen, sum er formaður í mentamáladeildini hjá býráðnum.
Eftir at alt tað formella var fingið frá hondum, var høvi at síggja stovnin, heilsa uppá starvsfólkið og njóta ein flottan kakumann og okkurt drekkandi.
Leiðari á stovninum við Landavegin er Kirstin Djurhuus. Hon hevur drúgvar royndir við barnagarðs- og vøggustovuarbeiðið, millum annað hevur hon í fleiri ár verið leiðari í barnagarðinum undir Fjalli, sum eisini hevur bæði barnagarð og vøggustovu.
Í Dagstovninum á Landavegnum fara 48 børn at hava sína dagligu gongd. Tey verða býtt upp í fýra stovur, sum allar vera fyri vøggustovubørn í fyrstuni. Seinni verða tvær av stovunum nýttar til barnagarðsbørn. Tað skiftið kemur náttúrligt, sum børnini eldast.
Ì Dagstovninum við Landavegin arbeiða 14 starvsfólk.