Tá starvsfólkini í dagstovninum í Hoyvík tømdu postkassan í morgun, var eitt lítið postkort millum hin postin.
Tað er kanska ikki heilt óvanligt, at starvsfólk ella børn á stovninum senda eina heilsan heim, tá tey ferðast onkustaðni, men so var ikki í hesum føri.
Hetta postkortið er frá einum 22 ára gomlum italienara, Alessio. Hann skrivar, at hann hevði eitt postkort til yvirs, eftir at hann kom aftur til Italia, og nú hevur hann valt at senda tað til børnini á dagstovninum, ella skúlanum, sum hann sjálvur málber seg.
Hann ynskir børnunum eitt gott nýtt ár og rósar teimum annars fyri tað vakra land, tey eiga.
- Tit eiga tað vakrasta landið í heiminum, bergtakandi landslag, so góðu tit, varðveitið tað, skrivar hann.
Á dagstovninum siga tey, at tey kenna einki til hendan Alessio. Ikki er nøkur avsendaraadressa á postkortinum, so ikki ber til at heilsa honum aftur heldur. Tað einasta tey vita, er at maðurin eitur Alessio og at postkortið er stemplað á postkontórinum á Fiumicino flogvøllinum í Róm. Tey sóknast tí eftir, um onkur annar kanska veit okkurt um, hvør hesin Alessio er, ella um onnur eisini hava fingið postkort frá honum.