Dagstovnurin á Argjum verður kommunalur

Tórshavnar býráð fer í kvøld at gera av, um Dagstovnurin á Argjum skal gerast kommunalur. Tað verður uttan iva samtykt og frá 1. januar 2011 verður hann kommunalur stovnur. Á nevndarfundi 1. november 2010 samtykti nevndin fyri sjálvsognarstovnin Dagstovnurin á Argjum einmælt at heita á Tórshavnar kommunu um at verða kommunalur stovnur frá 1. januar 2011 at rokna.

Ognin í Traðargøtu 55 er í sínari tíð fíggjað við láni, ið bæði landið og Tórshavnar/Argja kommuna hava veðhildið fyri, eingin skuld er í ognini.

Nevndin fyri Dagstovnin á Argjum hevur nú í eina tíð arbeitt fyri at gera Dagstovnin á Argjum kommunalan. Hetta er eisini í samsvari við málsetningin hjá kommununi um, at alt barnaansingarøkið verður kommunalt. Kommunan hevur í hesum sambandi yvirtikið fleiri sjálvsognarstovnar síðstu árini.

Tað er bert nevndin í sjálvsognarstovninum, sum hevur heimild at taka avgerð um ognir skulu avhendast, um viðtøkur broytast ella um sjálvsognarstovnurin skal takast av. Harumframt krevur tílík nevndarsamtykt, at Tórshavnar kommuna eftirfylgjandi góðkennir broytingina. Hetta er ásett í grein 9 og 10 í reglugerðini fyri Dagstovnin á Argjum.

Málið hevur onga fíggjarligar avleiðingar fyri kommununa.

Trivnaðarstjórin og leiðarin fyri Barna- og ungdómsdeildina mæla mentamálanevndini til at góðkenna, at Dagstovnurin á Argjum verður kommunalur stovnur frá 1. januar 2011 at rokna, og at beina málið í býráðið til endaliga góðkenning.

Mentamálanevndin samtykti á fundi 3. november at taka undir við tilmælinum, og tí skuldi tað bert verið ein avgreiðsluspurningur í býráðnum í kvøld at yvirtaka Dagstovnin á Argjum.