Dagstovnurin á Argjum er í góðum hondum

Í lesarabrævi rør Tjóðveldi upp undir, at tað eru pengar, sum mangla til at útbyggja dagstovnin á Argjahamri, men tað er ikki rætt.

 

30 mió. kr. standa á fíggjarætlanini fyri 2022, og tá vit kenna endaliga kostnaðin verður rætta upphæddin avsett til verkætlanina.

 

Arbeiðið við at útbyggja dagstovnin á Argjahamri er í góðum hondum, og hann verður útbygdur, men hann er eitt sindur seinkaður.

 

Orsøkin til seinkanina er, at fyriliggjandi uppskot skuldi tilpassast tí stóru útstykking, sum nú er farin av bakkastokki á Argjum.

 

Tað er umráðandi, at arbeiðið við útstykkingini at flyta vegin út á Glyvursnes niðaneftir og útbyggingin av dagstovninum, sampakkar og verður tilpassað fyri at optimera virksemi á staðnum, og soleiðis fáa sum mest fyri hvørja krónu.

 

Dagstovnurin á Argjum verður útbygdur til økta fólkatalið, sum verður á Argjum.

 

Um alt gongur eftir ætlan, so kann verkætlanin ella sjálv byggingin fara í gongd longu seinni í ár ella allar fyrst í komandi ári.

 

 

 

Annfinn Brekkstein

 

formaður í Mentamálanevndini, Tórshavnar Kommuna