Fyri ein samlaðan kostnað áljóðandi 15 milliónir krónur verður ein dagstovnur bygdur í Klingruni í Hoyvík. Stovnurin ovarlaga í Hoyvíkshaganum er ætlaður at rúma 96 børnum ? 24 vøggustovubørnum og 72 barnagarðsbørnum.
Eisini Eystanfyri Løgmannabreyt ætlar Tórshavnar býráð at byggja ein nýggjan dagstovn.
Hesin skal rúma tólv vøggustovubørnum og 32 barnagarðsbørnum.










