Dagstovnatilboð
Vágar:Pensionistar í Vágum, suma v einhvørjari orsøk ikki sjálv eru før fyri at ferðast, fáa nú tilboð um at koma á Ellisheimið til ymisk tiltøk um dagin. Skipanin er royndarskipan, sum fyribils skal vara árið út.
Helena Joensen, leiðari á Ellis- og Avlamisheiminum í Vágum, sigur, at talan er um eitt sonevnt dagstovnatilboð, sum tey nú eru farin undir.
Tað er ikki at blanda við dagtilhald, greiðir hon frá, tí dagtilhald er fyri fólk, sum klára seg sjálvan í allar mátar, meðan hetta tilboðið er fyri, fólk, sum á einhvønn hátt hava hjálp fyri neyðini.
?Hetta tilboðið er i grundini eitt framhald av tí frálíka tiltakinum, sum verið hevur í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági, har pensionistar eru komnir saman í longri tíð og hava tað frálíkt, greiðir Helena Joensen frá. Men okkara tilboð skal á ongan hátt skiljast sum nøkur kapping til tað, sum har verður gjørt, men heldur eitt tilboð til teirra, sum ikki fáa farið til Sørvágs.
Ellisheismið koyrir døgurða út til fólk, men hevur ikki tann kapasitet, tey kundu ynskt, sigur leiðarin. So fyri a t røkka enn fleiri fólkum, sum hava ávísan tørv, verður roynt við hesi dagstovnaskipanini, sum í grundini er eftir uppskoti frá Felagskommununi í Vágum.
Flutningsmøguleikarnir eru góðir, tí Ellisheimið hevur buss til serflutning. Soleiðis ber øllum til at koma til og frá, um tað ynskist.
Helena Joensen sigur, at tey vilja fegin frætta frá fólki, sum eru sinnað at royna skipanina. Fólk kunnu sjálv venda sær til Ellisheimið, ella avvarðandi gera tað. Síðan verður farið út til hesi fólkini at tosa við tey og greiða teimum nærri frá hvussu hetta virkar. Eitt spurnarblað, sum samstundis kann vera eitt tilmeldingarblað, er gjørt, sum so verður fylt út á hesi vitjanini heima hjá pensionistinum.
?Men framvegis leggja vit dent á, at vit á ongan hátt mugu koma tvørt fyri hjá teimum, sum koma í Húsmøðrafelagshúsið í Sørvági. Og júst heta er ein partur av spurnarblaðnum. At vita, um talan kann vera um somu fólk, sigur Helena Joensen.
Hon sigur, at hetta tiltakið er í tráð við almenna eldraálitið, sum í sínum endamálið miðar eftir, at fólk skulu verða verandi heima hjá sær sjálvum sum longst.
Eydnast hetta tiltakið við dagstovnatilboðnum fyri pensionistarnar í Vágum, verður væntandi hildið fram eisini komandi ár, sigur Helena Joensen, leiðari á Ellis- og Avlamisheiminum í Vágum.










