Dagstovnarnir: Virðiskumpassin má rættast

Børnini eru tað dýrabærasta vit eiga. Sum blómur í haganum eru tey fjøltáttað, litføgur og sterk undir røttu umstøðunum. Og tá tey blóma, er tað framtíð okkara sum blómar.

Vit vita øll, hvussu umráðandi fyrstu árini eru hjá einum barni. At tey kenna seg trygg, at stabilitetur og kontinuitetur er í tí dagliga virkseminum, at tey ikki í heilum møta nýggjum andlitum, sum skulu vera um tey, at teirra nátúrliga forvitni, granskingarhugur, málmenning og alt annað, sum mennir einstaka barnið, verður røkt til fulnar.

Men nú tað frættist, hvussu illa stendur til á dagstovnaøkinum, óttist eg fyri, at hesar hagablómur av berari neyð enda sum malagrót í brimi, tí faklig orka ikki er til at taka sær av teimum og teirra ymiskleika. Vóru hjálparfólkini og arbeiðið teirra ikki, kundu vit eins væl snarað lyklarnar um á stovnunum í morgin.

Hetta hvørki vil ella kann Javnaðarflokkurin standa model til!

 

 

Pedagogar vilja annað enn at ansa børnum

Sum rímiligt er verður ofta spurt, hvørjar yvirskipaðu ætlanirnar eru við sjúkrahúsverkinum, við samferðsluni, við umhvørvinum o.s.fr. Men hvør er yvisskipaða ætlanin við børnum okkara? Dagstovnaøkið er lagt út til kommunurnar, og sostatt er vegurin longri hjá landsmyndugleikanum at blanda seg í, hvussu kommunurnar skipa økið. Men landið kann ongantíð skulka sær undan at áseta yvirskipað krøv.

Fimmhundrað pedagogar vanta, frætta vit. At fáa loyst tað, er ikki gjørt í eini handavending. Men tað fyrsta er so at fáa fleiri pedagoglesandi. Tað næsta er at áseta minimumsnormeringar fyri, hvussu nógv børn kunnu vera til hvønn pedagogin. Og ikki minst er neyðugt at dagføra dagstovnalógina, soleiðis at umstøðurnar og arbeiðsumhvørvið á dagstovnum okkara verða munandi betri.

Tað skylda vit okkara pedagogum. Og tað skylda vit børnum okkara.

Um dagarnar havi eg tosað við bæði foreldur og starvsfólk. Eg fái at vita, at sjálvt í somu kommunu eru tilboðini sera ymisk, bæði hvat ið foreldur skulu hava við á stovnin og, at onkur stovnur mátti lata aftur longu klokkan trý, tí starvsfólk ikki vóru tøk. Harafturat gramdi ein familja seg um at skula ígjøgnum alla morgunferðsluna í Havn í tríggjar stovnar at lata teirra 3 børn, og so møta til arbeiðis kl. 8. Hetta má kunna gerast smidligari.

 

Manglandi virðing

Innast inni hugsi eg, at tann stóri og veruligi trupulleikin við hesum, sum við so nógvum øðrum umsorganararbeiði, neyvt hongur saman við, at tað mest eru kvinnur, sum røkja tey. Og onkursvegna er ov lítil virðing um hesi størvini.

Her treingir virðiskumpassin virkuliga at verða rættað. Tí at ansa, læra og menna børn hjá øðrum er ein av týdningarmestu samfelagsuppgávunum yvirhøvur.

 

Katrin Dahl Jakobsen,

valevni hjá Javnaðarflokkinum