Primera uppgávan er at gera tað liviligt hjá foreldrunum, segði Ruth Vang, valevni hjá Framsókn, tá kjakast var um dagstovnaøkið.
Ruth Vang segði, at Framsókn talaði fyri at geva stovnunum størri frælsi at skipa síni viðurskifti.
- Normerkingslykilin sum nú er, tekur ikki hædd fyri, at stovnarnir eru ymiskir og hava ymiskan tørv, segði hon.
- Sum nú er, er skipanin á dagstovnaøkinum lagt eftir, hvat er lættast at umsita. Vit mugu lurta bæði eftir stovnunum og foreldrunum og tillaga stovnarnar eftir ynskjunum hjá foreldrunum, segði Ruth Vang. Hon helt eisini, at tað var týdningarmikið at skipa fyri førleikamenning av teimum starvsfólkunum á stovnunum, sum ikki eru námsfrøðingar.
Allir flokkarnir vóru samdir um, at normeringin á dagstovnunum máttu hækka, eins og at lønarviðurskiftini hjá námsfrøðingunum skuldu betrast. Ymiskar vóru loysnirnar tó. Ruth Vang úr Framsókn ynskti, at fleiri fulltíðarstørv vóru á økinum, men Annika Olsen úr Fólkaflokkinum helt, at tað samstundis var týdningarmikið at seta fleiri fólk í starv.
- Tey klára ikki at arbeiða fulla tíð á dagstovnunum við so fáum starvsfólkum sum í dag, segði Annika Olsen.
Annika Olsen førdi annars fram, at tá Fólkaflokkurin hevði leiðsluna í býráðnum, bygdi kommunan 12 nýggjar barnagarðar
- Nú er tíðin komin at hyggja at innihaldinum, segði hon.