Dagstovnar í summarfrítíð

Lesarabrøv hava í seinastuni verið skrivað av foreldrum, ið eru ónøgd við at dagstovnar steingja í nakrar vikur um summarið. Men Bogi Simonsen, málsviðgeri á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar Kommunu, heldur, at verandi loysnin er ein góð loysn: - Um dagstovnarnir ikki steingja í senn, verður trupulleikin nógv størri og gongur í nógv størri mun út yvir børnini og dygdina á ansingini, sigur Bogi Simonsen.

 - Barnagarðar og vøggustovur steingja í nakrar vikur um summarið, tí starvsfólkini skulu greiða sína frítíð. Um ein stórur partur av frítíðini hjá starvsfólkunum ikki verður avgreiddur í senn, verða dagstovnarnir ongantíð fult mannaðir restina av árinum, og so noyðast børnini at líða undir hesum stóran part av árinum, sigur Bogi Simonsen og vísir á, at í summarfrítíðini verður ein stovnur á hvørjum øki opin:
 
- Í alt eru fimm øki í Tórshavnar Kommunu, og øll foreldrini fáa tilboð um ansing til børnini í tí tíðarskeiðinum, teirra barnagarður er stongdur. Men bert 5-10 % av foreldrunum hava tørv á ansing í hesum tíðarskeiðinum.
 
- Skipanin, sum koyrir í løtuni, varð sett á stovn í fjør og koyrir væl. Summi foreldur vilja sjálvandi altíð hava sama stovn og somu starvsfólk og eru tískil ónøgd, men tað ber ikki til at nøkta øllum tørvi, sigur Bogi og vísir á, at børnini skulu sjálvandi læra nýggj starvsfólk og børn at kenna hesar vikurnar, men tó verður altíð okkurt kent starvsfólk til arbeiðis á stovninum:
- Hetta er ein góð loysn, sum leiðarar og pedagogar halda er í lagi og siga, at tað ikki gongur út yvir børnini.
 
- Krónur og oyru eru ikki orsøk til skipanina. Tað er sjálvandi so, at vit spara pengar hesar vikurnar, men í høvuðsheitum steingja dagstovnarnir, so starvsfólkini kunnu greiða sína frítíð, sigur Bogi Simonsen, málsviðgeri á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar Kommunu, at enda.