–Dagstovnar skapa virðisøking

og kommunurnar fáa allar pengarnar aftur, sum verða lagdir í økið

Tá man fer undir samráðingar, sum nú so er tað burturvið, at eitt felag verður favoritiserað við góðum endalønum, og tað næsta felagið verður ignorerað, heldur Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroya Pedagogfelag um ósemjuna, ið valdaði millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin. 

 

 

 

Nú er semja millum partarnar, og verkfallið er av, men Maud Wang Hansen heldur, at tað var rætt, at Pedagogfelagið stóð fast um krøvini um betri lønarviðurskifti.

 

 

Les eisini: Nú er verkfallið liðugt

 


– Skuldi tað nakrantíð verið møguleikar til betri lønarviðurskifti, so er tað nú við hesi samgonguni, sum við allari síni politisku profilering hevur sett orð á týdningin av samfelagnum, børnunum, útbúgving og menning, sigur hon.

 


Hon heldur, at kommunurnar ofta siga, at økið er ov kostnaðarmikið, samstundis sum tær kappast um at seta foreldragjaldið niður, so tað næstan onki kostar at hava børnini á dagstovni.

 

 

–Familjur flyta ikki til eina bygd ella ein bý, har ongin dagstovnur er. Kommunurnar fáa allar pengarnar aftur, sum tær leggja í dagstovnaøkið, og tí skapar økið eisini virðisøking, heldur Maud Wang Hansen.