Um aldarskiftið varð dagstovnaøkið lagt út til kommunurnar at umsita. Tað hendi tí at trýstið frá borgarunum varð stórt, og landspolitikararnir vórðu ikki sinnaðir at gjalda fyri hesari neyðugu tænastu.
Og nógv er hent á økinum síðani – so nógv, at t.d. Tórshavnar Kommuna í dag brúkar einar 140 milliónir kr til rakstur av barna- og ungdómsøkinum. So Tórshavnar Kommuna hevur ikki ligið á boðunum.
Tað, sum vit nú skulu leggja stóran dent á, er at førleikamenna starvfólkini, sum arbeiða í dagstovnaskipanini í Tórshavnar Kommunu.
Tí einki er virðismiklari enn okkara børn, og at tey vaksa upp í kørmum, sum eru tíðarhóskandi – eisini fakliga.
Vit hava eitt fólkaskúlaráð, ið skal tryggja fruktagott samskifti millum brúkaran av fólkaskúlanum og politiska myndugleikan. Og hvussu vit menna fólkaskúlan fakliga og námsfrøðililiga.
Sum landsstýriskvinna í mentamálum tók eg stig til at stovna eitt samsvarandi Dagstovnaráð, sum skuldi hava somu mennandi og fólkaræðisligu uppgávur sum fólkaskúlaráðið. Men tað ikki er virkið í løtuni.
Eg fari at at streingja á, at Dagstovnaráðið kemur at virka beinan vegin.
Starvsfólk á dagstovnum og Pedagogfelagið ynskja eitt breitt samansett forum, sum kann vísa á framburð, nýhugsan og gongdar leiðir. Og tey umsita tað dýrabarasta, sum vit eiga.
At kalla øll børn í Tórshavnar Kommunu eru á dagstovni. Teimum skulu vit tryggja bestu tilboðini yvirhøvur.










