Leygardagin 27. Juni 2009 skipar Faroe Adventure fyri gongutúri til vøkru Dalarnar norðan fyri Vestmanna Byrjað verður at ganga klokkan tíggju frá Fossunum, og túrurin endar í Saksun uml. klokkan níggju. Túrurin er ein partur av tí nógv umrødda tveir-daga túrinum, sum var í maimánað. Frásøgufólk við servitan innan fuglalív eru eisini við, og veðrið sær út til at fara at vera gott leygardagin.
Faroe Adventure leggur alt til rættis, fleiri máltíðir, kaffi, flutning v.m. Við tilmelding verður kunnað nærri.
Áðrenn fráferð verður kunnað um umhvørvis- og trygdarpolitik hjá Faroe Adventure. Túrurin er miðalkrevjandi, tað vil siga, ein turur har tey flestu kunnu luttaka.
Les meira um túrin á heimasíðuni www.faroeadventure.fo.