Tað hevur ikki verið á hvørjum ári, at Vestmanna og Klaksvík hava vunnið kvinnukappingarnar á Norðoyastevnu, men soleiðis var tað hesa ferð.
Fínu hagtølini á drekin.fo siga, at Páll Fangi hevur ikki vunnið kappingina millum 6-mannafør við kvinnum síðani 2001. Hetta mundi vera besta kappingarárið nakrantíð hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, og tá vunnu kvinnurnar á Páll Fanga bæði á Norðoyastevnu og FM kappingina.
Síðani hevur tað gingið meiri striltið hjá Páll Fanga, sum viðhvørt hevur tikið lut, og viðhvørt hevur einki verið at sæð til Páll Fanga.
Einasta undantakið var í 2009, tá ið Páll Fangi vann kvinnuróðurin á Vestanstevnu. Sigurin var rættuliga óvæntaður, tí Gongurólvur vann allar hinar seks róðrarnar og harvið FM heitið.
Uppaftur longri er tað síðani, at Havfrúgvin úr Vestmanna vann ein róður í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Tað eru trettan ár síðani, at Havfrúgvin kom fyrst á mál. Í 1999 vann Havfrúgvin tríggjar róðrar og eisini FM heitið. Ein av sigrunum varð vunnin á Norðoyastevnu. Hetta er einasta ferðin yvirhøvur, at Havfrúgvin við kvinnum hevur vunnið FM.
Norðoyatevnuróðurin boðaði frá, at tær úr Vestmanna ætla at bjóða av í FM kappingini. Talan var um rættuliga tætta kapping við Blik av Argjum. Bátarnir stevndu stavn um stavn fram ímóti málinum, og Havfrúgvin var bara ein lítlan hálvan skut fremri.
Hinir tríggir bátarnir – Firvaldur, Strípan og Falkur – vóru leingi væl við, men tá ið tað leið fram ímóti endaspurtinum var tað bara kapping millum Blik og Havfrúnna, sum fyri fyrstu ferð í trettan ár fekk handað steyp og skreyt fyri at hava vunnið ein róður.
Framúr tíð
Klaksvíkingar og norðoyingar høvdu vónað, at 10-mannafarið Klaksvíkingur skuldi syrgja fyri kappróðrarliga gullinum til heimafólkið á Norðoyastevnu í ár.
At tað eisini skuldi eydnast kvinnunum á Páll Fanga at vinna, var eitt sindur óvæntað.
Hvessingur misti FM heitið á Ólavsøku í fjør, og tær í Sundalagnum hava verið roknaðar sum kandidatur til FM heitið í ár.
Tað er framvegis møguleiki fyri, at Hvessingur skal vinna FM. Men so skal nógv venda øðrvísi næstu ferðirnar, enn tað gjørdi í Klaksvík leygardagin.
Páll Fangi fleyg avstað, og Hvessingur og Rádni úr Fuglafirði sóu ikki aftur í hælaferðina á bátinum, sum róði í heimasjógvi. Páll Fangi økti stútt og støðugt um leiðsluna, og tá ið hann spurtaði inn móti málinum, var fjarstøðan aftur til Hvessing meiri enn tríggjar bátslongdir.
Fimm ferðir hevur Páll Fangi vunnið FM. Í 1986, 1987, 1989, 1990 og í 2001.
Nú hava tær úr Klaksvík umborð á Páll Fanga og tær úr Vestmanna umborð á Havfrúnni sett dagsskránna í kappingunum millum kvinnubátarnar!










