Dagspressa & fjølmiðlar falska propaganda!

Eg havi nógv at stríðast fyri og ímóti øllum etableraðum bløðum, útvarpum, sjónvarp, ið kunnu dragast til svars fyri at skapa falska propaganda mótvegis brúkarum!

Tað er tá ið hesi tæna Multinationalum oljufyritøkum & heilivágsfyritøkum, ið skaða føroyskan búskap og samfelag við at villleiða vanligar brúkarar kring landið! Tað síggja og hoyra vit fleiri ferðir um vikuna, tá ið fólkið á bløðum, útvarpum, sjónvarpi lata seg prostituerað mótvegis áðurnevndu fyritøkum hesi seinastu árini!
Tað er eitt ólukksáligt svínarí, at diskriminera tey skrivandi og talandi, ið uppihalda bløðum, útvarpum og sjónvarpi í mun til áðurnevndu fyritøkur, ið fáa ókeypis PR í dag!
Tað eru øll hesi og fólk innan almenna, privata, land, kommunu, ríkið, ið í felag skapa falska propaganda mótvegis vanligum brúkarum kring landið og í Havnini í dag!
Tað er tá ið ein vísir til, hvussu avskeplað og kappingaravlagað øll búskapar-, samfelags-, handils- og vinnulig viðurskifti eru kring landið í dag!
Tað er tá ið ein vísir til, hvussu grundleggjandi skeivt og órættvíst alt er skipað við atliti til áðurnevndu viðurskifti, ein ger vart við í lesarabrøvum í bløðunum! Tað hevði verið til størri sóma, um blað-, útvarps- og sjónvarpsfólk tóku stig til at virka fyri at skapa neyðugu javnvágina í allan tíðindaflutning sum skjótast!
Tað vanligum brúkarum tørvar er at kunna fylgja við tí, ið røkist úti í tí dagliga, fjøltáttaða virksemi, ið uppiheldur øllum samfe-lags- og húsarhaldsvirksemi í dag!
Tí skuldu blað-, útvarps- og sjónvarpsfólk roynt at fingið sett seg inn í viðurskiftini hjá vanligum brúkarum, ið hava ilt við at sláa ígjøgnum falska propaganda. Tað hevði verið gott, um tit kundu broytt tykkara hugsjónir, atburð, hugburð og málburð sum skjótast!

P.S. Eg skal arbeiða ímóti slíkum fyritøkum!