Neymar vil ikki til Chelsea, hvørs venjari metir, at hann skal vinna fýra kappaingar fyri at gera Roman Abramovich glaðan. Liverpool vil hava Aston Villa leikara, men prísurin er høgur, meðan Manchester City tveitir pengar eftir Alexis Sanchez.
Í gjár kunngjørdi Chelsea, at 33-ára gamli Andre Villas-Boas verður nýggjur venjari hjá London felagnum. Ein av leikarunum, ið Chelsea hevur eyguni eftir er brasilski framherjin og stjørnuskotið, Neymar Í dag skrivar talkSPORT, at 19-ára gamli framherjin heldur vil sleppa til Real Madrid. Tað heldur fótbóltslegendan, Pelé, verða eitt gott hugskot, tí hann metir ikki at harði spælihátturin í Premier League passar til Neymar.
Liverpool skal styrkjast, men tað verður ikki bíligt um Stewart Downing skal verða ein av teimum. Aston Villa miðvallarin hevur fingið grønt ljós at skifta til Liverpool sambært Dailymail, men ikki fyri minni enn 160 milliónir krónur. Ein prísur, sum talkSPORT ikki metir at Liverpool eru sinnaðir at gjalda. Hinvegin, so metir talkSPORT at Liverpool eru sinnaðir at gjalda 100 milliónir krónur fyri Dimitri Payet, sum spælir við St. Etienne.
Eisini vinstri bakkurin hjá Arsenal, Gael Clichy, sigst verða á veg til Liverpool sambært The Sun. Samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru steðgaðar upp og Liverpool og Roma liggja fram við eftir fraklendinginum.
Fyrr í vikuni ljóðaði at Alexis Sanchez so gott sum var Barcelona leikari. Nú er tann støðan tó broytt, 22-ára gamli vongurin kom ikki ásamt við Barcelona og nú blandar Manchester City seg í stríðið, tað skrivar Metro.