Svenning av Lofti hevur á forlagnum Leirkerið givið út bókina "Dagsins orð". "Dagsins orð" er andaktsbók, har høvundurin bindur saman lívslagnur og lívsroyndir menniskjans við skriftorð í Bíbliuni. Svenning av Lofti hevur síðani 1967 skrivað andaktsorð í bløðunum. Í fororðunum sigur høvundurin, at hann alla tíðina hevur roynt at havt fyri eyga at skriva hesi andaktsorð so greið og gerandislig sum gjørligt. Hann loftar hugskotum úr bløðum, útvarpi og práti manna millum, soleiðis at teir av lesarunum, ið ikki hava sína vanligu gongd í kirkju ella samkomuhúsi, kenna seg á heimligari grund og hava hug at lesa andaktsorðini.
"Dagsins orð" er úrval av andaktsorðum, Svenning hevur havt í bløðunum. Eitt til hvønn dagin í árinum.