Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.
Onkrar teirra vera føroyskir, onkrir útlendskir, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.
Hesin sangurin kom út í fjør. Tað er Símun J. Hansen í Saltangará, sum spælir og syngur. Sjálvur sigur hann soleiðis um sangin:
- "Jól eru her og minna á" er skrivaður eitt kvøldið vit hugnaðu okkum saman sum familja við jólapynti o.ø. Sangurin er um okkara vón og stórstu gávu Jesus.
Orð og lag: Símun Jóannesarson Hansen
Framleiðsla: Niclas Johannesen
Ljóðbland: Óli Poulsen
Kór: Dania O. Tausen, Randi Hansen og Símun
Videoframleiðsla: Dania og Símun
Løgini:
6. desembur - Tá milliónir tendra ljós - Sakaris
5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld - Alex
4. desembur – Happy Christmas (War is over) - Teitur
3. desembur - Friður á jørð - Margit og Linda.