Dagsins jólalag: Margit

Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.

 

Flestu teirra vera føroyskir, kanska onkur útlendskur, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.

 

Tað er fuglingurin Símun Mikal Zachariassen (1853 – 1931), sum hevur yrkt hendan jólasálmin, Í Betlehem, í Dávids stað.

 

Lagið er til danska jólalagið Det kimer nu til julefest, sum Carl Christian Nikolaj Balle gjørdi í 1850 til yrkingina hjá N.F.S. Grundtvig frá 1847.

 

Her er tað Margit Justinussen, sum syngur lagið. Hendan útgávan er millum annað at finna á fløguni Jól fyri øll, sum vit hava víst til fyrr í hesum táttinum.

  

Jólasangkalendarin:

18. desembur – Heilaga nátt – Eivør og Eystankórið

17. desembur – Føgur er foldin – Álvur F. Christiansen og Judith B. Royðutoft 

16. desembur – Myrkablátt – Greta Svabo Bech 

15. desembur – Kennir tú hesa tíð – Beinir

14. desembur – Eg róu upp sá http://www.in.fo/news-detail/dagsins-jolalag-eg-rosu-upp-sa-naela/næla – Vágs manskór

13. desembur – Størsta gávan – Rúna á Heygum og Karl Martin Samuelsen

12. desembur – Hvør hevði væntað ein kong – Maria á Lakjuni

11. desembur – Kvirra um fjøll og fløtur – Jóhan Magnus Kristiansson Olsen

10. desembur – Eg eri jólamaðurin – Vestmenn 

9. desembur – Góði jólamaðurin og Mariu Sonur – Tey av Kamarinum

8. desembur – Mary did you know – Victoria á Lakjuni

7. desembur – Jól eru her og minna á – Símun J. Hansen

6. desembur – Tá milliónir tendra ljós – Sakaris

5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld – Alex

4. desembur – Happy Christmas (War is over) – Teitur

3. desembur – Friður á jørð – Margit og Linda.

2. desembur – Jólanætur – Danny & the Veetos

1. desembur – Koyr okkurt í mína hosu – Elis Poulsen