Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.
Flestu teirra vera føroyskir, kanska onkur útlendskur, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.
Dagsins sangur varð kosin til ársins lag á Faroese Music Awards í 2015. Talan er um sangin Myrkablátt, hjá Gretu Svabo Bech, sum var partur av jólakalendaranum NiviNaja, sum varð í útvarpinum jólini 2014.
Elin á Rógvu hevur skrivað orðini, meðan Greta Svabo Bech eigur lagið.
Elin á Rógvu skrivaði handritið til útvarpsleikin og allar sangtekstirnar. Sìðani settu tónleikararnir Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Niklas Johannesen og Anna Katrin Egilstrøð lag til sangirnar.
Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina og legði tónleikin til rættis.
Jólasangkalendarin
15. desembur – Kennir tú hesa tíð – Beinir
14. desembur – Eg róu upp sá næla – Vágs manskór
13. desembur – Størsta gávan – Rúna á Heygum og Karl Martin Samuelsen
12. desembur – Hvør hevði væntað ein kong – Maria á Lakjuni
11. desembur – Kvirra um fjøll og fløtur – Jóhan Magnus Kristiansson Olsen
10. desembur – Eg eri jólamaðurin – Vestmenn
9. desembur – Góði jólamaðurin og Mariu Sonur – Tey av Kamarinum
8. desembur – Mary did you know – Victoria á Lakjuni
7. desembur – Jól eru her og minna á – Símun J. Hansen
6. desembur – Tá milliónir tendra ljós – Sakaris
5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld – Alex
4. desembur – Happy Christmas (War is over) – Teitur
3. desembur – Friður á jørð – Margit og Linda.
2. desembur – Jólanætur – Danny & the Veetos
1. desembur – Koyr okkurt í mína hosu – Elis Poulsen