Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.
Flestu teirra vera føroyskir, kanska onkur útlendskur, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.
Vit eru nú farin undir seinastu vikuna áðrenn jól, so nú byrjar at hasta at fáa jólatræ, -matin og -gávurnar í hús.
Vit halda okkum í tí meiri siðbundna í dag og fara at lurta eftir Eivør Pálsdóttir og Eystanljóð, sum syngja sálmin Heilaga nátt.
Sangurin er upprunaliga yrktur í 1847 av Placide Clappeau. Heine Lützen hevur týtt hann til føroyskt. Adolphe Adam gjørdi lagið, eisini í 1847. Sangurin bleiv frumframførdur jólaaftan í 1847 av fronsku songkvinnuni Emily Laurey. Upprunaheitið á sanginum er Minuit, Chrétien, altso Midnátt, (vit) kristnu. Adolphe Adam var so framligur, at hann sjálvur kallaði sangin fyri tann andaliga Marseillaise, altso franska tjóðsangin.
Jólasangkalendarin:
17. desembur – Føgur er foldin – Álvur F. Christiansen og Judith B. Royðutoft
16. desembur – Myrkablátt – Greta Svabo Bech
15. desembur – Kennir tú hesa tíð – Beinir
14. desembur – Eg róu upp sá http://www.in.fo/news-detail/dagsins-jolalag-eg-rosu-upp-sa-naela/næla – Vágs manskór
13. desembur – Størsta gávan – Rúna á Heygum og Karl Martin Samuelsen
12. desembur – Hvør hevði væntað ein kong – Maria á Lakjuni
11. desembur – Kvirra um fjøll og fløtur – Jóhan Magnus Kristiansson Olsen
10. desembur – Eg eri jólamaðurin – Vestmenn
9. desembur – Góði jólamaðurin og Mariu Sonur – Tey av Kamarinum
8. desembur – Mary did you know – Victoria á Lakjuni
7. desembur – Jól eru her og minna á – Símun J. Hansen
6. desembur – Tá milliónir tendra ljós – Sakaris
5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld – Alex
4. desembur – Happy Christmas (War is over) – Teitur
3. desembur – Friður á jørð – Margit og Linda.
2. desembur – Jólanætur – Danny & the Veetos
1. desembur – Koyr okkurt í mína hosu – Elis Poulsen