Seinastu árini hevur EB/Streymur staðið seg sera væl í steypakappingini. Seinastu trý árini hava sundalagsmenn verið í finaluni um Løgmanssteypið. Teir vunnu kappingina í 2007 og 08, meðan Víkingur foraði teimum í at vinna steypið til ognar í fjør.
Spurningurin er so, um EB/Streymur skal koma í finaluna um Løgmanssteypið fjórða árið á rað, ella B36 klárar at steðga sundalagsmonnum, eins og teir gjørdu í fyrsta umfari av landskappingini í ár.
Javnir dystir
-Fyri okkum var tað líka mikið hvørjum vit skuldu møta í hálvfinaluni, sigur Sigfríður Clementsen, og heldur fram, at tað nyttar ikki at brúka orku uppá slíkt, sum vit onga ávirkan hava á.
-At lutakasti hevði við sær at mótstøðuliðið gjørdist EB/Streymur er bara stuttligt, sigur fyrrverandi EB/Streyma venjarin, sum er nøgdur við lutakastið.
Hóast B36 hevur fingið eina sera góða byrjan á landskappingina, har teir millum annað hava vunnið á EB/Streymi, so metir Sigfríður Clementsen ikki at B36 er favorittur at vinna hálvfinaluna móti EB/Streymi.
-Heldur verður talan um tveir javnar dystir, har dagsformurin verður avgerandi, sigur B36 venjarin.
-Um nakað av liðunum hevur ein lítlan fyrimun, so er tað EB/Streymur, tí teir hava heimavøll í seinra dystinum, sigur Sigfríður Clementsen at enda.
Væl nøgdur við lutakastið
Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham sigur seg vera væl nøgdan við lutakastið, sum hevur við sær at sundalagsmenn í hálvfinaluni í steypakappingini, skulu møta oddaliðnum í Vodafonedeildini.
Heðin Askham er samdur við Sigfríð Clementsen í, at talan verður um tveir javnar hálvfinaludystir, har tað dagsformurin verður avgerandi. Tískil er tað sera týdningarmikið at vit eru væl fyrireikaðir til dystirnar móti B36, sigur fyrrverandi B36 venjarin.
Spurdur um hann metir tað vera fyrimun hjá EB/Streymi at hava heimavøll í seinra dystinum, sigur Heðin, at tað ber ikki til at siga.
-Um so er at vit fáa eitt gott úrslit í fyrra dystinum, kann tað hava týdning, men tað er ikki nakað sum vit kunnu brúka til nakað áðrenn tann fyrri dysturin er leiktur, sigur Heðin Askham í stuttari viðmerking til Sosialin.
Núverandi og táverandi
Síðst B36 og EB/Streymur brustu saman í steypakappingini, var í finaluni í 2008, sum sundalagsmenn vunnu 3-2. Venjarin hjá EB/Streymi tá, var núverandi B36 venjarin, Sigfríður Clementsen, meðan táverandi venjarin hjá B36, Heðin Askham, ja hann stendur nú við stýrsivølin hjá EB/Streymi.
Spurningurin er so bara, hvør av teimum báðum dregur longra stráðið móti sínum fyrrverandi liði.
Fyrri hálvfinaludysturin verður leiktur í Gundadali 20. mai, meðan returdysturin verður við Margáir 8. juni.