Dagsentur fyri gøtubørn í Kiev

Tann útlendska verkætlanin, sum fær pening frá Skótahjálpini í ár, er eitt dagsentur fyri gøtubørn í Kiev

Sosialurin hevur tosað við Jóannes Fonsdal úr Vestmanna. Dóttir hansara Jórun Fonsdal er stødd í Kiev.
Hann greiðir frá, at tað er eitt sentur har millum fýra og seks børn koma antin hvønn ella annanhvønn dag.
Hetta eru børn hvørs foreldur av ymiskum orsøkum ikki hava umstøður til at hava tey heima, so tey fara kanska bert til hús at sova og ganga so og reika í gøtunum allan dagin. Ofta eru foreldrini misnýtarar av ymsum slag, og ofta er tað talan um einligar mammur eisini, sum ikki hava umstøður til at hava teirra barn heima um dagin.
Jóannes veit at siga frá dóttrini, at í Kiev er tað sanniliga ikki sum her í Føroyum. Tað vil siga, at um eitt barn ikki er í skúla, so eru tað ongir myndugleikar, sum taka sær av tí. Og tískil kann eitt barn saktans ganga og mala og ongantíð koma í skúla.
Á dagsentrinum royna tey at geva børnunum ein hugnaligan og so heimligan dag sum møguligt. Tað eru ofta tey somu børnini, sum koma aftur hvønn dag.
Har fáa tey mat, tey hava møguleika til at fara í bað og at fáa klæðini vaskaði. Tað verður eisini spælt við børnini á sentrinum.
Sjálvandi verður tað eisini roynt at fáa børnini í skúla.
Jóannes sigur, at eftir sum hann skilir á dóttrini, so eru ongir myndugleikar, sum hava eyguni eftir børnunum, og tí ganga tey og mala fyri vág og vind. Hann er ikki greiður yvir, um tað er undirvísingarskylda í Ukraina, men eitt er vist, og tað er, at um eitt barn dettur niður ímillum og onga skúlagongd fær, so er ongin myndugleiki, sum tekur sær av tí.
Jórun Fonsdal er send út av Heimamissiónini til dagsentrið í Kiev. Umframt hana er eisini ein annar har á dagsentrinum. Hann er ættaður úr Kirgistan. Tey lesa Bíbliusøgur við børnunum akkurát líka sum tað verður gjørt her í Føroyum. Tað er líka sum tann andaliga síðan av hesum arbeiðinum hjá teimum í Kiev.