Dagrøktin 35 ár

Mánadagin 2. november 2009 var 35 ára føðingardagshald í Dagrøktini hjá Tórshavnar kommunu, sum heldur til í Arnes Minde á Kirkjuvegi 1. Dagrøktarar, býráðslimir, starvsfólk hjá kommununi, foreldur og umboð frá pressuni vóru til staðar.

Leiðarin Joan Simonsen, sum eins og fyrsti leiðarin Annika Nielsen er úr Nólsoy, bjóðaði vælkomin, eitt barnakór sang og Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt føðingardagsrøðu. Eftir røðuna góvu borgarstjórin og Ingibjørg Berg kommunustjóri øllum dagrøktarum eina bókagávu við persónligari heilsan. At enda segði Katrin Petersen, leiðari á barna- og ungdómsdeildini, frá um eina nýkomna samrøðubók til smæstu børnini. Allir dagrøktarar fingu hvør sína bók heim við.


Kelda: www.torshavn.fo