Dagrøktarpápi í Hósvík

Eftir at hava verið sjómaður og radiomekanikari reiðiliga hálvan mansaldur, er fyrrverandi ísfiskaskiparin farin at passa børn

 

Hósvík: Fyrsta september byrjaði Hans Jørgen Christensen í nýggjum starvi sum dagrøktarpápi hjá Hósvíkar Kommunu. Eftir at hava verið eini 37 ár á sjónum, er tað ein rímiliga stór broyting, viðgongur hann.

Dagrøktarbørnini í Hósvík eru samlað í bygdarhúsinum fyrrapartin mikudagin. Tey eru rímiliga nógv í tali, og nakrar dagrøktarmammur eru við teimum. Og ein pápi.

Hin 55 ára gamli Hans Jørgen Christensen er júst byrjaður sum dagrøktarpápi í Hósvík, og tað er væl dámt, verður látið at. Bæði av foreldrum, og ikki minst av børnunum.

Hans Jørgen spælir við tey smáu á gólvinum. Tey hava byggiklossur og aðrar leikur. Og so mitt í øllum er ein drongur, sum vil ríða, og sjálvandi er Hans Jørgen hestur. Soleiðis. Júst sum tað gongur fyri seg heima.

Hans Jørgen Christensen er dani, sum er giftur føroyskari konu. Tey búgva í Hósvík. Hann er útbúgvin radiomekanikari og skipari. Í umleið 20 ár var hann í donsku sjóverjuni, og seinni hevur hann verið næstan líka leingi við føroyskum ísfiskatrolarum. Hann hevur verið bæði stýrimaður og skipari, greiðir hann frá.

Hans Jørgen greiðir frá, at hann hevði verið sjúkrameldaður, eina tíð, áðrenn hann gjørdist dagrøktari. Hevði verið gjøgnum eina størri skurðviðgerð. Konan, Gunnleyg, arbeiðir sum dagrøktarmamma, og tá søkt varð eftir dagrøkt herfyri, søkti hann hetta starvið og fekk tað. So nú hava tey tíggju dagrøktarbørn í húsinum, hann og Gunnleyg. Og tað sær út til at rigga væl.

Og Gunnleyg er eisini væl nøgd við skipanina. Nú er maðurin heima alla tíðina. Ikki sum tá hann var við ísfiskatrolarunum. Nei, tað er ikki tað sama.

Kristina Nybo er leiðari á kommunalu dagrøktini í Hósvík. Hon sigur, at hjá henni var eingin ivi, tá Hans Jørgen søkti starv. Hann varð settur beinanveg. Hon veit ikki um, at nakar annar maður er í slíkum starvi aðrastaðni.

Í Hósvík eru í løtuni 35 børn í aldrinum eitt til níggju ár í kommunalari dagrøkt. Men pláss er annars fyri 40 børnum, sigur Kristina Nybo.