Dagrøktarmammur skipa seg í fakfelag

Alsamt fleiri dagrøktarmammur melda seg inn í lokalu arbeiðarafeløgini, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag

Dagrøktin er eitt øki, sum ikki hevur verið væl fyri, hvat fakfeløgum viðvíkur.

Tær flestu dagrøktarmammurnar hava ikki verið í nøkrum fakfelag.

Men nú er ætlanin at gera álvara av at fáa fær skipaðar í fakfelag.

Ongar dagrøktarmammur, uttan tær í Havnina og í Klaksvík hava havt sáttmála við kommunurnar og hava heldur ikki verið í fakfelag.

? Men fyri góðum ári síðan fóru tær í Kollafirði og Leirvík upp í tey lokalu limafeløgini hjá FA, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag í ársfrágreiðingini, sum hon legði fyri aðalfundin í gjár.

Og hon leggur afturat, at seinni hava eisini tær í Vági, á Toftum, á Skála og fleiri aðrastaðni við, meldað seg inn í tey lokalu arbeiðarafeløgini, sum aftur eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.

Eftir fund í Føroya Arbeiðarafelag hava vit sett 1. apríl sum seinastu freist hjá dagrøktarmammunum at melda seg inn í tað lokala arbeiðarafelag.

Ingeborg Vinther sigur, at ætlanin er síðani at hava samráðingar við kommunurnar um sáttmála fyri dagrøktarmammurnar.

Næst hesar samráðingar verða, veit hon ikki.

Fyrsta stigið er at fáa tær skipaðar í fakfelag. so fara vit undir samráðingar seinni? Vit kunnu bert fegnast um vit fáa tær sum limir í Føroya Arbeiðarafelag, tí er tað nakað, sum ger eitt fakfelag sterkt, so er tað samanhald, og vit hava sanniliga brúk fyri at fylkjast í stríði.