Í summar fingu øll foreldur at børnum í dagrøktarskipanini í Tórshavnar kommunu boð frá umsitingini um, at gjaldið fyri plássið skuldi hækkast. Hækkingin er 5 % fyri børn eldri enn 3 ár og 30 % fyri børn yngri enn 3 ár.
Í kunngerð nr. 6 frá 25.01.1995 um gjaldsreglur stendur, at gjaldið skal vera tað sama fyri øll børn í eini dagrøktarskipan. Við øðrum orðum hevði kommunan, tá ið gav foreldrum at dagrøktarbørnunum hesi boð, ikki heimild til at áseta ymiskar prísir fyri børnini í dagrøktini.
Í bløðunum í summar hevur kommunan grundgivið fyri, hví tey hava valt at áseta ymiskan prís. Víst varð á, at kommunan var kærd hesum viðvíkjandi, men tað var ikki nakar trupulleiki, tí at hon skuldi fáa allar formalitetir uppá pláss áðrenn 1. okt. Umsókn var send Landsstýrinum um hetta, soleiðis at nýtt prosentbýti kundi ásetast.
Við afturvirkandi kraft
Fyrst í hesum mánaðinum, tann 7. okt. 1999, varð nýggj kunngerð frá landsstýrinum um gjaldsreglurnar lýst í Kunngerðarblaðnum. Nýggja kunngerðin, sum ásetur, at gjaldið kann vera ymiskt og leggjast eftir veruliga útreiðslustøðinum, hevur gildi frá 1. okt. 1999.
Okkum er gjørt kunnugt, at tað stríðir ímóti vanligari rættarvenju, at henda kunngerð er broytt við afturvirkandi kraft. Sambært Juridisk Grundbog, Loven 2 er ikki loyvt at broyta eina kunngerð uttan at talan er um onnur, meiri álvarsom viðurskifti. Í lógbókini stendur soleiðis: "For så vidt angår bebyrdende love bør dette naturligvis kun ske, hvis det er bydende nødvendigt, f.eks. for at undgå en omgåelse af loven i "overgangstiden" som ikke kan toloreres".
Tískil kundi henda mannagongd verðið nýtt, um talan var eitt nú um at hækka avgjøld á bensini, olju, ella líknandi, men ikki í sambandi við gjaldi av dagrøktarplássum.
Eisini í barnaforsorgarlógini stendur, at landsstýriskvinnan kann ikki broyta kunngerðina um gjaldstreytir við afturvirkandi kraft. Vit hava roynt at fingið viðmerking frá landsstýriskvinnuni um hesi viðurskifti, men tað hevur ikki eydnast.
Eingin munur
Nú gjaldið til dagrøktina í Tórshavnar kommunu er farið upp, er nærum eingin munur á prísinum fyri eitt dagrøktarpláss og eitt vøggustovuplássu. Eitt vøggustovupláss á stovninum Stellu Maris kostar í dag 2100 kr. Tá fáa børnini ymiskar ágóðar, so sum mat, grønmeti, frukt og blæur. Hesar ágóðar mugu foreldur at dagrøktarbørnum sjálv rinda fyri. Sambært broytingini í kunngerðini kostar eitt dagrøktarpláss fyri børn yngri enn 3 ár 1573 krónur, men taka við ágóðan við, sum foreldur sjálv rinda fyri, kostar plássið umleið 2028 kr.
Niðurstøðan er tískil, at dagrøktin fyri børn yngri enn 3 ár, sum upprunaliga skuldi verða eitt bíligari tilboð enn eitt stovnspláss í dag, er líka dýr sum eitt vøggustovupláss.
- Broytingin varð gjørd í samráð við Kommunala starvs- og tænastumannafelagið. Skipanin er vorðin betri fyri báðar partar. Dagrøktarmammurnar skuldu fáa betri arbeiðsviðurskifti og betri løn. Tær kunnu nú bert hava 4 børn undir trý ár, men fáa løn fyri 5, og tað gagnar bæði dagrøktarmammuni og børnunum. Hinvegin skilji eg væl, at fólk gerast ónøgd við, at dagrøktarpláss kostar líka nógv sum eitt vøggustovupláss, tí aðrar fortreytir eru galdandi har, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð.
Hóast kunngerðin loyvir kommununi at seta prísin á dagrøktini upp eina ferð afturat um tað skuldi verið, sigur forkvinnan, at tað kemur ikki uppá tal sum er.