Dagpeningaskipanin var eitt av málunum á skránni til løgtingsfundin seinnapartin í gjár. Málið er júst viðgjørt í trivnaðarnevnd løgtingsins, og var tað tískil til aðru vigerð í tinginum í gjár.
Talan er um eitt uppskot frá andstøðuni um at broyta dagpeningaskipanina fyri tey tímaløtu soleiðis, at tey fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi, og ikki frá triðja sjúkradegi, eins og í verandi skipan. Karensdagarnir hjá teimum fastløntu eru júst avtiknir, so tey fáa løn frá fyrsta sjúkradegi, og tískil verður hildið, at tað er órættvíst, at tey tímaløntu ikki hava somu sømdir.
Ikki landsins uppgáva
Meirilutin í trivnaðarnevndini er komin til ta niðurstøðu, at hon mælir løgtinginum frá at taka undir við andstøðuppkotinum. Grundgevingin frá báðum nevndarlimunum úr Tjóðveldisflokkinum er, at tað almenna ikki eigur at gjalda fyri sjúkradagarar, men heldur arbeiðsgevararnir.
Arbeiða við málinum
Limirnir báðir úr Fólkaflokkinum taka ikki undir við uppskotinum við teirri grundgeving, at landsstýrið í løtuni arbeiðir við at endurskoða dagpeningaskipanina.
Órættvíst
Minnilutin, við Hans Paula Strøm og Kristiani Magnussen úr Javnaðarflokkinum og Marjus Dam úr Sambandsflokkinum, mælir staðiliga til, at løgtingið tekur undir við uppskotinum. Teir vísa á, at í løtuni verður stórur mismunur gjørdur millum alment lønt og tímalønt.
Innkrevjing av skuld
Eitt annað mál á skránni fyri tingfundin í gjár var uppskot frá Karsteni Hansen, fíggjarmálaráðharra, um broyting í løgtingslóg um gjøld og líknandi fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.
Hetta mál var til fyrstu viðgerð 21. oktober, og varð tað beint beinleiðis til aðru viðgerðar.
Málið er komið fyri løgtingið í sambandi við skipanina av Fíggjarmálastýrinum. Í hesum sambandi er innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum og øðrum við gildi frá 1. mai 1998 flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.
Lógargrundarlagið varð ikki broytt í sambandi við flytanina, og hevur hetta havt við sær, at heimildin til panting fyri skatt og annað allatíðina hevur ligið hjá Føroya Gjaldstovu.
Fyrr í ár vórðu broytingar gjørdar í toll-, skatta- og avgjaldslógunum soleiðis, at heimildir, ið fyrr lógu hjá Føroya Gjaldstovu viðvíkjandi innkrevjing og panting, nú eru hjá Toll- og Skattstovu Føroya.
Tær lógarbroytingar, ið nú eru lagdar fyri tingið, eru millum annað broytingar í løgtingslóg um panting fyri skatt og um avgjøld í sambandi við panting. Við hesum lógarbroytingum fær Toll- og Skattstova Føroya heimild til at panta fyri skatt og at rokna avgjøld í sambandi við panting.
Í hesum sama sambandi vóru eisini lógaruppskot um broyting í »midlertidig bestemmelse for Færøerne og inddrivelse af personlig skat til amtskommunen« og um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt til aðru viðgerðar á tingfundinum í gjár.
Seinast á skránni var framløga.










